Annað

Ferðin hjá olympiska eldinum verður óbroytt

Áskoðarar fáa tó ikki atgongd til hátíðarhaldið 25. mars, tá kyndilin við olympiska eldinum fer úr býnum Fukushima – Enn er ógreitt, um útlendskir áskoðarar sleppa til Tokyo at fylgja við OL í summar.

Olympiski eldurin (Mynd: EPA)

Olympiski eldurin (Mynd: EPA)

2021-03-15 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

25. mars var ætlanin, at olympiski eldurin skuldi byrja sína ferð til japanska høvuðsstaðin Tokyo, har Olympiski Leikirnir fara av bakkastokki 23. juli, og hendan ætlanin verður ikki broytt, siga fyriskiparar.

Hátíðarhaldið, har eldurin verður sendur av stað, verður sum ætlað hósdagin í komandi viku í býnum Fukushima.

Hátíðarhaldið verður tó uttan áskoðarar, og almenningurin hevur heldur ikki atgongd til fyrsti partin av kyndlarenningini. Orsøkin til hetta er ynskið um at minka um vandan fyri smittuspjaðing.

Tað fer tó at bera til at fylgja við hátíðarhaldinum beinleiðis á annan hátt.

Avgerðin um at nokta áskoðarum atgongd er ikki óvæntað, og nú bíða OL fjepparar kring heimin eftir boðunum um, hvørt útlendskir áskoðarar sleppa at fylgja við í Tokyo í summar.

Ritzau endurgevur japanskar miðlar fyri at siga, at útlendskir áskoðarar ikki sleppa til OL, men enn hava fyriskiparar ikki boðað frá nøkrum hesumviðvíkjandi. Væntandi kemur ein fráboðan um hetta áðrenn hátíðarhaldið 25. mars.

Les eisini: Kanning: Fjepparar úr útlondum eiga ikki sleppa til OL

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder