Fótbóltur

Filip Djordjevic til Suðuroyar at spæla

TB hevur skrivað undir við nú fyrrverandi ÍF-leikaran. Hann skal hjálpa tvøramonnum at yvirliva í bestu deildini.

Filip Djordjevic her í dysti móti TB. Nú fer hann at spæla við tvøramonnum (Mynd: Sverri Egholm)

Filip Djordjevic her í dysti móti TB. Nú fer hann at spæla við tvøramonnum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-11 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Filip Djordjevic, sum undan kappingarárinum í fjør kom úr Víkingi til ÍF gevst nú í felagnum. Hann hevur skrivað undir við TB, sum í seinnu hálvu av kappingarárinum av álvara skal stríðast fyri at yvirliva í bestu deildini.

Av ymsum orsøkum hevur TB mist leikarar, men hevur nú skaffað sær nakrar nýggjar.

[object Object](Mynd: TB)

- Tann seinasta undirskriftin kom í gjár, tá ið sáttmáli varð gjørdur við roynda og evnaríka Filip Djordjevic, ið sostatt flytir frá ÍF til TB, sigur Reidar Simonsen, formaður í TB í fráboðan.

Sambært Faroesocer er tað blivið til 14 dystir og tvey mál hjá Filipi Djordjevic í ÍF hetta kappingarárið.

Støðan í Betri deildini, menn

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dystir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (14 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 6 stig (14 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder