Fótbóltur

Filmur um FM-heitið hjá KÍ er nú til reiðar

Bláa Bylgjan byrjaði arbeiði stutt eftir, at gullið kom í hús. "Vegurin til gullið" verður frumsýndur í Spinnarínum í Klaksvík í kvøld og verður gjørdur almennur í komandi viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-28 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Endin av fremstu mansdeildini í fjør gjørdist minniligur - ikki minst hjá norðoyingum ið kundu fegnast um, at KÍ fyri fyrstu ferð í 20 ár vann føroyameistaraheitið. 

[object Object]

Stutt eftir at KÍ lyfti steypið í Gundadali, fór Bláa Bylgjan undir at fáa í lag at gera ein film um føroyameistaraárið. Fjepparafelagið boðar frá, at fígging varð útvegað frá fyritøkum í Norðoyggjum, ið hava stuðla fyri at stula og heiðra lokala felagnum, sum hevur so stóran týdning fyri lokalsamfelagið.

Fjepparafelagið hjá KÍ metir, at filmurin er ein góð upphiting til komandi kappingarár. Í tí sambandi verður filmurin frumsýndur í kvøld klokkan 22 í Spinnarínum, har øll eru vælkomin. Filmurin hevur fingið heitið "Vegurin til Gullið". Talan verður ikki um ein film sum av gullárinum í 1999, ið varð givin út og seldur í 300 eintøkum (sjónbondum), men um ein film sum verður gjørdur almennur á netinum. Hann verður eisini eftir ætlan vístur í Kringvarpinum komandi hóskvøld. 

Sendingin inniheldur í høvuðsheitum eina gjøgnumgongd av kappingarárinum hjá KÍ, nógv av málunum ( Bláa Bylgjan boðar frá, at Televarpið hevur fingið samsýning fyri rættindi til at brúka upptøkur) og samrøður við leikarar o.o. Samrøðurnar vórðu gjørdar í desember mánaði, og tað var Solby Christiansdóttir, journalistur, sum gjørdi samrøðurnar og sum hevur sett innihaldið saman. Tað er miðlafyritøkan Raclip, ið framleiðir tað tekniska.

Brellbiti av filminum sæst ovast

Les eisini: - Svangir eftir at endurvinna FM

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder