Í gjárkvøldið byrjaði stóra steypafinaluvikuskifti á Tórsvølli. Skála og B36 brustu saman í finaluni hjá Gentum 16, og tað vóru tær í appelsingulum, sum vóru stinnari. Skála vann 3-0 og hevur harvið fingið fatur á Eilif Arge steypinum aftur. Skála vann tað eisini í 2020 - FC Hoyvík vann tað í fjør.
Sí eisini: Eilif Arge steypið til Skálar
Finalan um Thomas Dam Intersport steypið (U21) millum B36 og HB er útsett til fríggjadagin 3. november klokkan 18:00. Fimm finalar verða spældar í dag, og tær báðar hjá U13 byrja fyrrapartin.
Steypafinalur leygardagin 7. oktober
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)
Sjey felag eru umboðaði. Fótbóltssambandið skrivar, at tað er ókeypis atgongd til finalurnar hjá teimum yngru. Atgongumerki til finaluna hjá kvinnum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Allar finalurnar kunnu eisini síggjast beinleiðis á Rás1 í Televarpinum. Portalurin fer at hava ymiskt tilfar av Tórsvølli - serliga í sambandi við finaluna hjá kvinnum í kvøld.
Les eisini: Steypavinnararnir seinastu trý árini hittast í annaðkvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald