Fótbóltur

Fimm stig í 15 dystum - øll móti Moldova

Mótstøðuliðið í kvøld er tað einasta, ið Føroyar hava fingið stig ímóti í undankappingardystum undir Håkani Ericson og toymi. Nú kiksaði tað á heimavølli móti teimum.

Håkan Ericson og føroyska liðið noyddist at taka til takkar við tapið fyri Moldova í kvøld. Moldovar hava nú átta stig í hesum bólkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Håkan Ericson og føroyska liðið noyddist at taka til takkar við tapið fyri Moldova í kvøld. Moldovar hava nú átta stig í hesum bólkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-10 23:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hevur nú spælt júst 15 undankappingardystir undir verandi toymi. Átta á heimavølli og sjey á útivølli.

Moldova hevur verið mótstøðulið í báðum undankappingum. Í HM-undankappingini í 2021 byrjaðu Føroyar við at spæla 1-1 í Chisnau, og í september sama ár vunnu Føroyar 2-1, tá Moldova vitjaði á Tórsvølli. 

Sí eisini: Eru ósigraðir móti Moldova

Aftur í ár byrjaði undankapping í moldoviska høvuðsstaðnum. Aftur endaði tað 1-1. Hesa ferð mistu Føroyar tamarhaldið á dystinum og leiðsluna í 2. hálvleiki, og í dag gekk tað eisini galið út á dystin móti Moldova. 

Í hesum førum fingu Føroyar ikki nakað stig. Annars hevur Moldova verið tað liðið, ið Håkan Ericson og lið hansara hava fingið stig ímóti - tað einasta liðið.

Sí eisini: 
Marrukent móti Moldova
Myndir: Vónbrotið á Tórsvølli
Tapa tí at vit ikki eru nóg skarpir

Samanlagda talið er fimm stig í 15 dystum. Tað vil siga eitt stig fyri hvønn triðja dyst. Umframt Moldova, hava Føroyar spælt móti Eysturríki, Skotlandi, Ísrael og Danmark tvær ferðir, og so Kekkia, Albania og Póllandi í hesari EM-undankappingini.

Øll, uttan Moldova, eru styrkismett hægri enn Føroyar. Í seinastu undankapping vóru Føroyar væl við í helmingin av dystunum móti hesum hægru liðunum.

Yvirlit sæst niðanfyri:

234
10-09-2023
EM 2024 menn
2900
Moldova
233
07-09-2023
EM 2024 menn
50000
Pólland
232
20-06-2023
EM 2024 menn
2507
Albania
231
17-06-2023
EM 2024 menn
3252
Kekkia







229
24-03-2023
EM 2024 menn

Moldova
218
15-11-2021
HM 2022 menn

Ísrael
217
12-11-2021
HM 2022 menn
35531
Danmark
216
12-10-2021
HM 2022 menn
4676
Skotland
215
09-10-2021
HM 2022 menn
3758
Eysturríki
214
07-09-2021
HM 2022 menn
3200
Moldova
213
04-09-2021
HM 2022 menn
5000
Danmark
212
01-09-2021
HM 2022 menn
3000
Ísrael














209
31-03-2021
HM 2022 menn
0
Skotland
208
28-03-2021
HM 2022 menn
0
Eysturríki
207
25-03-2021
HM 2022 menn
0
Moldova

Samanlagt: Ein sigur, tveir javnleikir og tólv ósigrar. 
Málúrttøka: -23

Til samanberingar fingu Lars Olsen og toymi sjey stig í sínum seinastu 15 undankappingardystum - øll á heimavølli.

Í Nations League er tað eydnast hjá hesum toyminum at millum annað fáa fýra stig móti Litava og ein sigur móti Turkalandi.

Kelda: Faroesoccer - sí alt yvirlitið her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder