
Teistin fekk ein góðan start og leyp avstað, og Erla Kongsdóttir fekk munin á Sílinum, men fór so afturum.
Tað var øgiliga javnt millum teir fýra bátarnar, og Sílið tók seg fram á Teistan.
Erla Kongsdóttir legði seg hálvan skutin framum Sílið, og Sílið var hálvan skutin frammanfyri Teistan. Jallurin og Teistin gjørdist púra javnir og bara ein hálv bátslongd var á muni millum allar bátarnar tað mesta av róðrinum.
Sílið royndi at kappast við Erlu Kongsdóttir, men hon var eina heila bátslongd frammanfyri og meir enn ein bátslongd var aftur til Jallin og Teistan.
Fuglfirðingarnir gjørdist harvið føroyameistarar.
5 mannafør kvinnur úrslit:
1. Erla Kongsdóttir 05.24.34
2. Sílið 05.28.17
3. Jallurin 05,31.16
4. Teistin 05.34.12
FM støðan
1. Erla Kongsdóttir 42
2. Sílið 36
3. Jallurin 29
4. Teistin 25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald