Gent hevur havt nógvar dugnaligar spælarar sum René Vandereycken (eisini venjari í felagnum í nøkur ár), Maurice Willems, Søren Busk, Mido og Jonathan David. Kevin De Bruyne spældi eisini í felagnum í seks ár sum ungdómsspælari.
Týsdagin vitjaðu nevndarlimir hjá Víkingi akademiið hjá KAA Gent. Hetta leggur felagið stóra orku í - Víkingur hevur sanniliga eisini nógv at vísa á frá ungdómsdeildini seinastu árini. Í kvøld klokkan 19 bresta bestu liðini hjá feløgunum saman í 2.umfari av Conference League.
Brandur Jacobsen, Hanna Erlingsdóttir Olsen, Edith Dam Vang og Petur Asbjørn Lervig (Mynd: vikingur.fo)
Sí eisini:
Víkingur og HB skulu royna at varðveita spenningin til heimadystin
Tað er annars ikki so ofta, at føroyingar vitja í Belgia í fótbóltsørindum. Jóan Símun Edmundsson og Samuel Johansen Chukwudi vóru stutt skifti í ávíkavist Waasland-Beveren og Union St. Gilloise. Føroyska A-landsliðið hjá monnum var í bólki við Belgia í undankappingini til HM 1994.
Í felagshøpi hava fýra dystir verið, sum vit duga at finna fram til - serliga við hjálp av fralíku faroesoccer.com. Allir dystirnir eru langt afturi í tíð og allir í Intertoto Cup, sum ikki er til longur. Seinni er júst Conference League komið ístaðin onkursvegna sum "triðja kappingin" hjá UEFA á manssíðuni.
Í 1990'unum var tað beint til bólkaspæl í Intertoto Cup, og tað vóru ikki úti- og heimadystir. í 1995, eina viku eftir søguliga 10-0 tapið í Tromsø, spældi HB 1-1 javnleik móti Germinal Ekeren á Svangaskarði. Sigfríður Clementsen, ið seinni so ofta og á søguligan hátt kom víðari sum venjari í Evropa við B36 og Víkingi, skoraði útjavnandi málið fimm minuttir fyri leiklok. Tað, sum upprunaliga var Ekeren, er nú Beerschot AC. Dirk Kuyt er venjari hjá liðnum úr Antwerp.
Sigfríður Clementsen, her sum Víkinga-venjari í 2018, tryggjaði HB javnleik í fyrsta dystinum hjá føroyskum felagi móti einum belgiskum. Seinni kom hann víðari tvær ferðir sum venjari hjá B36 (í 2005 fyrstu ferð yvirhøvur hjá einum føroyskum felagi) - og tríggjar tær fyrstu ferðirnar hjá Víkingi (í 2014 tvær ferðir sama summar, ið ikki var hent fyrr) - Savnsmynd: Sverri Egholm
Tvey ár seinni fekk B36 oyruni í maskinuna móti KRC Genk. Tað endaði 0-5 á Toftum. Høvuðsstaðarfelagið var annars á veg at gerast føroyameistari Gent kann samanberast eitt sindur við júst Genk - ikki bert eftir navni.
Intertot Cup varð árið eftir B36-tapið broytt til umfør við úti-og heimadyst. Í 2001 var B68 við og stóð seg væl móti Lokeren. Belgiska liðið vann gamaní 4-2 á Svangaskarði, Marcelo Marcolino og Súni Fríði Johannesen høvdu í 1. hálvleiki syrgt fyri, at B68 var á odda 2-1 eina løtu. Tað endaði 2-4. Eina viku seinni endaði seinni dysturin 0-0. Dómaraseðlar frá dystinum síggjast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
B68 - Lokeren 2-4
Lokeren - B68 0-0
Harvið er tað eydnast at fáa stig tvær ferðir út av fýra møguleikum móti belgiskum felagi. Málleysi dysturin 23. juni fyri 23 árum síðani er einasta dømi um føroyskt felag, sum spælir í evropeiskari kapping í Belgia. Um nakrar tímar legst Víkingur afturat, og skal oddaliðið í Betrideildini royna at fáa gott úrslit við til Føroyar.
UEFA Conference League 2. umfar, fyrru dystirnir
Hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur
(Stroyming: HER)
Sí eisini: Ari Olsen: - Hava møguleikan at skapa eitt stórt úrslit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald