Tað eru ikki hissini uppgávur, sum Víkingur og HB - í nógvum hita, á grasi og móti væl sterkari mótsstøðuliðum enn vanligt - skulu loysa í kvøld. Talan er um 2. umfar UEFA Conference League.
Les meira: Víkingur og HB hava risastórar uppgávur
Kroatia og Belgia eru sterkar deildir - serliga tann belgiska - og bæði Hadjuk Split og KAA Gent hava nógvar evropeiskar royndir og dygdarspælarar.
Veddingarfyritøkur hava útisigrar til føroysku liðini á oddsum upp í móti tjúgu, meðan tað næstan ikki loysir seg at spæla á heimasigur. Tað talar sína søk, um hvar munurin er á pappírinum. Í báðum føryskum legunum fara tó teir eftir møguleikanum, sum er.
Les eisini:
Ari Olsen: - Hava møguleikan at skapa eitt stórt úrslit
Teitur Gestsson: Salttablettir og ein fantastiskur møguleiki í Kroatia
Hjá HB fer hiti helst at órógva nakað meira. Tað vera beint undir 30 hitastig, tá dysturin byrjar klokkan 21 lokala tíð, og tað er kvalið í Kroatia. Har vera eisini yvir 30.000 áskoðarar.
HB vantar sterka miðverjan Bartal Wardum, og Jakob Johansson er farin úr felagnum. Annars eru allir, sum hava spælt stóran leiklut í ár, við. Adolfo Sormani skal royna at blanda kortini á bestan hátt, har verjuavrikið er mest umráðandi.
HB-hópurin til dystarvenjingina á Poljud leikvøllinum í gjárkvøldið, har pláss er fyri umleið 34.000 áskoðarum vanligt. Tað er útselt til dystin í kvøld (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Leikvøllurin hjá Gent tekur umleið 20.000 fólk. Har verður hitin ikki tann sami, sum HB'arnir skulu uppliva, men mótsstøðuliðið hjá Víkingi hevur verið í evropeiskum bólkaspæli fimm ár á rað og er komið víðari fýra ferðir (trý tey seinastu árini Conference League og í Europa League í 2019-2020)
Hópurin hjá Gent hevur eitt virði á fleiri hundrað milliónir krónur, men Jóhan Petur Poulsen og hansara lið skulu royna at gera tað so trupult sum gjørligt fyri heimaliðið. Hetta verður eisini fyrsti kappingardystur hjá Gent síðani fyrst í juni. Víkingur hevur allar spælararnar, ið vanliga hava ein leiklut, tøkar. Har verður helst ikki nøkur broyting á liðnum, í mun til dystirnar móti Liepaja.
Víkingarnir vandur á stóra og snøgga Planet Group Arena í gjár (Mynd: vikingur.fo)
UEFA Conference League 2. umfar, fyrru dystirnir
Hósdagin 25.07
19.00: KAA Gent - Víkingur
(Stroyming: HER)
20.00: Hadjuk Split - HB
(Stroyming: HER)
Portalurin fylgir gongdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald