Fótbóltur

Flaggdagsfótbóltur í Gundadali og fýra dystir mikudagin

HB og Víkingur bresta aftur saman í morgin - hesaferð í Betrideildini. Mikudagin verður sjóneykan meira sett á landsliðshondbólt.

HB vann á Víkingi eftir longda leiktíð í áttandapartsfinaluni fríggjakvøldið. Nú skulu liðini spæla stórdyst í umfari nummar seks í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann á Víkingi eftir longda leiktíð í áttandapartsfinaluni fríggjakvøldið. Nú skulu liðini spæla stórdyst í umfari nummar seks í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-24 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tætt ímillum dystirnar hjá liðunum í Betrideildini hjá monnum, og í morgin byrjar næsta umfar. Talan er um útsett umfar frá miðskeiðis í mars, tá kuldi og kavi darvaði.

HB sendi Víking út úr steypakappingini í spennandi dysti í Sarpugerði fríggjakvøldið. Longd leiktíð skuldi til, og í 114. minutti sendi Áki Samuelsen bóltin hegnisliga í málið.

Liðini hittast longu aftur í morgin. Víkingur er framvegis uttan leikbannaða Atla Gregersen, umframt Ari Olsen og Atla Gregersen, ið eru skaddir. Nógvir víkingar vístu seg tó væl fram mikukvøldið - millum annað ungir og óroyndir fyrstaliðsspælarar.

Spurningurin er so, um tað eydnaðist Víkingi at veruliga trýsta HB á útivølli eisini. Givið er, at um liðið hjá Jóhan Petur Poulsen skal hanga í topp-trý, so skulu stig til, og HB skal vinna í mun til FM-stríði. Liðið hjá Dalibor Savic hevur vunnið tveir teir seinastu landskappingardystirnar móti Víking - báðar á heimavølli.

[object Object]
Dalibor Savic og hinir á HB-bonkinum kundu stórfegnast í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
[object Object]
Aron Jarnskor Ellingsgaard spældi væl á Víkinga-miðvøllinum fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

HB og Víkingur komu ásamt um at framskunda dystin ein dag. Hetta var millum annað fyri, at dysturin í Gundadali ikki skuldi liggja samstundis sum stóri hondbóltsdysturin uppi á Hálsi. Manslandsliðið í hondbólti spælir avgerandi EM-undankappingardyst móti Ukraina klokkan 19 mikukvøldið 26. apríl.

Alt 3. umfar í Betrideildini - tað sum verður nummar sjey - varð flutt til mikukvøldið 26. apríl. Tað er ikki eins høgligt hjá hinum liðunum at flyta; hetta tí at í øllum dystunum er minst eitt lið, ið spældi leygardagin, og um so flutt varð ein.

[object Object]
Uros Stojanov skoraði aftur móti ÍF leygardagin. 07 Vestur spælir mikukvøldið á Argjum - ÍF spælir týdningarmiklan dyst í Trongisvági (Mynd: Sverri Egholm)

Áhugaverdir dystir eru í væntu, og tann fyrsti dysturin er tíðliga á kvøldi. Uppflytararnir hittast í Trongisvági, og TB hevur tvey leikbann (Chris Jastrzembski og Jens Erik Bruhn). ÍF kann veruliga fara frá TB við sigri.

AB skal royna at koma í gongd á heimavølli móti 07 Vestur. Argjamenn fingu ársins fyrsta mál við brotssparki í yvirtíðini móti FC Suðuroy leygardagin og vunnu seg harvið víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Vágamenn komu eisini víðari í steypakappingini við góðum útisigri á ÍF og skulu nú royna at vinna seg eitt sindur burtur frá botninum. 

B36 skal royna at byggja á góðu gongdina og sigurin á KÍ í steypakappingini leygarkvøldið. Uppgávan móti EB/Streymi og Sigfríði Clementsen á útivølli er lumpislig, men neyðugt er at vinna í tætta oddastríðnum. EB/Streymur hevur sjey stig.

Tað er tað eisini hjá KÍ, ið skal reisa seg. Nú er tað bert sjóneykan á landskappingini næstu mánaðirnar, og har hevur liðið úr Klaksvík ikki tapt í 34 dystum. B68 hevur ikki vunnið í Betrideildini í ár, men liðið hjá Jákupi á Borg kom víðari í steypakappingini við sigri við Stóra og frálíkum máli frá Jørgeni Nielsen.


Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars
Týsdagin 25. apríl
18.00. HB - Víkingur

Mikudagin 26. apríl
16.30: TB - ÍF

17.00: 
AB - 07 Vestur
EB/Streymur - B36

18.00: B68 - KÍ

Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør
1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. EB/Streymur 7 stig 
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig 
10. AB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder