2025-07-03 19:08

Fólk sum ætla sær til EM-endaspæl í Oslo, men sum enn ikki hava tryggjað sær atgongumerki, hava nú møguleikan.
Í morgin fríggjadagin verða fleiri atgongumerki sett til sølu. Talan er um góð 400 bólkaatgongumerki, sigur Hondbóltssambandið.
Hetta eru atgongumerki í bólki A, N, 104 og 105. Atgongumerkini eita “Gruppebillet D” og eru til allar innleiðandi dystirnar í bólkinum hjá Føroyum.
Atgongumerki kunnu keypast ígjøgnum hetta leinki frá kl. 11 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald