2024-10-06 16:29
Í gjár luttóku tríggir føroyskir landsliðsspælarar í liðdysti fyri Københavns Badmintonklub - sostatt var ein triðingur av liðnum á degnum úr Føroyum.
Talan er um Jónas Djurhuus, Rúni Øster og Miriam í Grótinum. Badmintonssamband Føroya skrivar, at tey trý eru búsitandi í Keypmannahavn í lestrarørindum, har tey hava valt at venja og kappast við sigursvanda felagnum KBK á Eysturbrúgv.
Sí eisini: Fleiri føroyingar vunnu gull í Valby
Badmintonlegendan Peter Gade var fram til í fjør ítróttarstjóri í felagnum og er hann framvegis knýttur at KBK sum ítróttarligur ráðgevi. Høvuðsvenjari í felagnum er Mads Kolding, ið eisini er fyrrverandi danskur landsliðsleikari.
- Tað hevur stóran týdning fyri føroyska badmintonmenning, at føroyskir landsliðsleikarar halda áfram at venja og kappast, hóast tey flyta av landinum í lestrarørindum. Serliga nú leikarar skulu venja fram ímóti Small States kapping á Kypern síðst í hesum mánaðinum og Oyggjarleikunum á Orkney komandi summar.
KBK vann 8-5 á Birkerød, har allir tríggir føroysku spælararnir vunnu: Miriam í blandaðum tvímansleiki, Rúni í tvímansleiki og Jónas í einmansleiki. Jónas bleiv valdur til dagsins leikara hjá KBK.
Miriam í Grótinum, Rúni Øster og Jónas Djurhuus spæla fyri KBK (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
Landsliðsleikararnir Magnus Dal-Christiansen í Drive (Frederiksberg) og Árant á Mýruni í ABC Aalborg spældu eisini liðdyst leygardagin, boðar Badmintonssambandið frá:
- Liðið hjá Árant á Mýruni, ABC Aalborg, vann 10-3 á Lindholm, har Árant sjálvur vann dystin í einmansleiki og tapti tepurt ein trýsettara í tvímansleiki. Drive tapti hinvegin 4-8 ímóti Vanløse, har Magnus Dal-Christiansen vann dystin í blandaðum tvímansleiki og tapti í tvímansleiki upp á walk over, tí makkarin bleiv skaddur.
- Liðið hjá Árant á Mýruni, ABC Aalborg, vann 10-3 á Lindholm, har Árant sjálvur vann dystin í einmansleiki og tapti tepurt ein trýsettara í tvímansleiki. Drive tapti hinvegin 4-8 ímóti Vanløse, har Magnus Dal-Christiansen vann dystin í blandaðum tvímansleiki og tapti í tvímansleiki upp á walk over, tí makkarin bleiv skaddur.
Til ber at fylgja við donsku badmintonkappingunum á BadmintonPlayer.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald