Fleyr hótti, men Mjølnir vann

SÍ hevur í annaðkvøld møguleika at leggja seg undir liðina á ÍF og Mjølnir í oddinum í Føroya Tele-deildini.

Frá evropeiska dystinum millum Mjølnir og Numidia VC Limax LINNE herfyri

Frá evropeiska dystinum millum Mjølnir og Numidia VC Limax LINNE herfyri

2023-11-07 09:58 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr – Mjølnir 1-3 (22-25, 25-21, 22-25, 19-25)

Lítið bendi á spenning, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 16-9 í fyrsta setti, men Fleyr gjørdi ein vørr, og minkaði um munin niður í tvey stig við støðuna 21-23, tá annar av polendingunum hjá Mjølni, Mateusz Pazgan, langaði smassjið út av vøllinum, men hin polendingurin, 202 sentimetra langi Barlomiej Grzegorzewski, vann kortini settið 25-22 fyri Mjølnir, tá hann vann netduellina við blokki.  

Mjølnir legði seg aftur trygt á odda beinanveg í øðrum setti, 8-3 og 9-5, men Fleyr javnaði til 9-9 við blokki frá Róa Hentze og fór framum 16-15 við serviessi frá Nielsi Niclasen, sum aftur gjørdi tað til 17-15 við back spike, har hansara egna harða serva hevði gjørt forarbeiðið. Enn eitt serviess frá Nielsi legði Fleyr trý stig framum, og støðan gjørdist eisini 19-15. Fleyr megnaði at halda munin, tað sum eftir var av settinum og vann 25-21, tá slagið frá Róa Hentze aftanfyri 3-metra strikuna smeyg sær niður í postkassan.  

Fleyr helt fram við sama lag í triðja setti og legði seg á odda 17-10. Mateusz Pazgan minkaði so um munin til 11-17 við smassji, áðrenn hann sjálvur fór at serva. Servitrýstið var øgiligt, og móttøkurnar hjá Fleyr vóru um ein háls, og Mjølnir minkaði um munin niður í eitt stig. Javnt gjørdist við 20-20, og síðani aftur 22-22, tá Mjølnir vann tríggjar bóltar á rað, og settið 25-22 – síðsta stigið við óprovokeraðum feili frá Fleyr, sum tað vóru nakrir av síðstu løtuna.  

Eftir javna byrjan í fjórða setti, har støðan gjørdist 6-6, vann Mjølnir sjey av teimum næstu átta stigunum, og støðan gjørdist 7-14. Trúgvin tóktist tá at vera farin hjá Fleyr, og Mjølnir vann trygt 25-19.

Við sigrinum leggur Mjølnir seg upp á liðina á ÍF á fyrsta plássi, har bæði hava 7 stig, men har ÍF hevur betri settmun.  

ÍF vann sunnudagin 3-0 á Ternuni: Ternan – ÍF 0-3 (07-25, 14-25, 23-25)

Mikukvøldið kl. 19 spæla SÍ og Fleyr í Sørvági, har SÍ hevur møguleika at leggja seg javnt í stigum við tey bæði ÍF og Mjølnir.

Støðan í Føroya Tele-deildini, monnum:

Nr. Lið   Dystir/Stig (settmunur)

1 ÍF             3  /  7   (+5)
2 Mjølnir   3  /  7   (+3)
3 SÍ             2  /  4   (+2)
4 Fleyr       2  /  0    (-4)
5 Ternan   2  /  0    (-6) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder