Annað

Flogbóltur: SÍ kvinnurnar í steypafinaluni

SÍ – Mjølnir, meistaradeild kvinnur, 25-13, 25-20, 25-19.

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

2021-02-13 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 13 seinnapartin hittust SÍ og Mjølnir í hálvfinalu í meistaradeildini hjá kvinnum.

SÍ, sum hevði vunnið allar sínar dystir í ár, var greiður favorittur, og vóru tað eisini sørvingar, sum fóru av stað við sigrinum.

Fyrsta settið var ein greiður sigur til SÍ, sum alt settið var greitt á odda, men tað gekk øðvísi í øðrum setti, har Mjølnir fylgdi væl við upp á støðuna 15-15, men so fór SÍ spakuliga frá Mjølni og vann 25-20.

Byrjanin í triðja setti var eisini jøvn, men so vísti SÍ sína styrki og fór nakað fram um og helt frástøðu til klaksvíksliðið alt settið. Tað endaði 25 – 19.

Sostatt vunnu sørvingar hálvfinaluna í Badmintonhøllini í Klaksvík, og eru SÍ komnar í finaluna. Finalan verður spæld í Høllini á Hálsi í Havn um tvær vikur, leygardagin 27. februar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder