Føroya Tele-deildin, menn:
ÍF - SÍ 3-2 (16-25, 28-26, 18-25, 25-16, 18-16)
Við sigri á ÍF í gjárkvøldið kundu sørvingar havt tryggjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Mjølni, men fyribils er tann staðfestingin útsett, tí fuglfirðingar vunnu fimmsettaran í Fuglafirði.
Heimaliðið fylgdi við til 10-10 í fyrsta setti, men so leyp SÍ avstað og vann 25-16, og alt sá út til at fara at ganga í samsvar við stigatalvuna, har SÍ er langt frammanfyri ÍF. Men ÍF vildi tað øðrvísi í gjár, og eftir fyrst at hava havt settbólt, og síðan yvirlivað ein hjá SÍ, vann ÍF loksins settið 28-26 við sínum triðja settbólti.
SÍ var aftur væl og virðiliga omaná í triðja setti, sum varð vunnið 25-18, men enn einaferð svaraði ÍF aftur. Seks stig á rað gjørdu tað til 8-1, og tann munurin minkaði ikki aftur.
Og so var javnbrótari á skránni. SÍ kundi framvegis tryggja sær finaluplássið við at vinna javnbrótaran, men tað eydnaðist ikki. ÍF var frammanfyri mesta partin og fekk tveir dystarbóltar við støðuna 14-12, men SÍ vann tríggjar bóltar á rað, og so átti SÍ dystarbólt. ÍF hóraði undan og fekk tveir dystarbóltar aftrat, og við serviessi tryggjaði Rúni Ákason ÍF sigurin við 18-16.
Tó er finaluplássið hjá SÍ ikki í vanda, tí tað er bert í teoriini, at ÍF kann taka SÍ aftur. ÍF kann í mesta lagi koma upp á 28 stig. SÍ hevur, sum nú er, 27 stig og hevur fýra dystir eftir at leika. Men nú verður kortini trupult hjá SÍ at taka oddaliðið Mjølnir aftur, sum er níggju stig frammanfyri, men hevur spælt ein dyst fleiri enn SÍ. Nr. eitt í landskappingini fær heimavøll i fyrru FM-finaluni.
Næstu dystirnir:
Sunnudagin 7. apríl: SÍ – Mjølnir kl. 13:00
Sunnudagin 7. apríl: Ternan – ÍF kl. 18:00
Mánadagin 8. apríl: Fleyr – ÍF kl. 20:00
Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 13 | 29 | 36 |
2 | SÍ | 12 | 17 | 27 |
3 | Fleyr | 13 | -3 | 17 |
4 | ÍF | 11 | -4 | 13 |
5 | Ternan | 13 | -39 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald