Fótbóltur

FM1 sigur frá fleiri dystum í síðsta umfari

Stórur spenningur er í niðurflytingarstríðnum, og tískil vera frásøgumenn serliga nógv inni í Gundadali og á Dungasandi. Vit eru eisini við Løkin og hava heimildarmenn á hinum støðunum. Byrjað verður at senda klokkan 14.20 - til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum.

Trygvi Absalonsen verður í Sørvági, har 07 Vestur skal hava stig fyri at  hava møguleika at halda sær í deildini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Trygvi Absalonsen verður í Sørvági, har 07 Vestur skal hava stig fyri at hava møguleika at halda sær í deildini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-10-25 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv stendur uppá spæl hjá serliga 07 Vestur og FC Suðuroy í dag, sum berjast um 8. plássið og enn einum ári í deildini.

Sí eisini: Lagt er upp til gysarar í Gundadali

KÍ fær steypið og gullkrónurnar handað í Runavík, har eitt skert NSÍ-lið skal royna at halda lív í vónini um 2. plássið.

Sí eisini: Brandur Hendriksson skal undir skurð í dag

Samstundis kann HB avgerða tað við egnum mátti í Sarpugerði, har Atli Gregersen spælir sín seinasta heimadyst.

lurta eftir FM1 her

FM sendir frá klokkan 14.20. Trygvi Absalonsen verður í Sørvági, Per D. Jacobsen í Gundadali, og vit hoyra nógv frá teimum báðum avgeandi dystunum. So kemur Pætur Nolsøe eisini inn í løtum við Løkin. Eftir dystin har hevur hann gullsamrøður.  

Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober

07 Vestur – EB/Streymur (FM1) 
B36 – FC Suðuroy (FM1) 
NSÍ – KÍ (FM1) 
Víkingur – HB
TB – B68 

Allir dystirnir byrja klokkan 14.30. Til ber at lurta frá klokkan 14.20 á FM1 og fylgja gongdini - eisini er livescore ovast á Portalinum

Støðan undan seinastu dystunum: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder