Seinastu landskappingardystir í føroyska fótbóltsárinum eru nú her. Klokkan 14.30 bríksla fimm dómarar í gongd.
Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober
07 Vestur – EB/Streymur (FM1)
B36 – FC Suðuroy (FM1)
NSÍ – KÍ (FM1)
Víkingur – HB
TB – B68
Allir dystirnir byrja klokkan 14.30. Til ber at lurta frá klokkan 14.20 á FM1 og fylgja gongdini - eisini er livescore ovast á Portalinum
Støðan undan seinastu dystunum:
![]()
Spenningur er enn um 2. plássið, sum kann geva evropeiskar og serliga fíggjarligar fyrimunuri. Har hevur HB fyrimunin í stríðnum við NSÍ - hetta vegna innanhýsis sigurin sunnukvøldið.
Sí eisini: Niðurflyting og 2. plássið koma uppá pláss leygardagin
Niðurflytingarstríðið er ógvuliga spennandi. Eitt stig skilur FC Suðuroy og 07 Vestur TB kann ikki teljast við í líkningina, tí tað er í roynd og veru bara á pappírinum, at TB hevur ein møguleika.
Hin uppflytarin úr Suðuroynni kann avgerða alt við egnum mátti. FC Suðuroy hevur bert vunnið ein útidyst í ár - í Vágum í 5. umfari - men liðið hjá Pól Thorsteinsson hevur staðið seg væl eftir umstøðunum. B36 hevur einki at spæla fyri, meðan FC Suðuroy hevur alt at spæla fyri. Í innanhýsis dystunum í ár, hevur B36 vunnið tveir teprar sigrar.
FC Suðuroy-fjepparar fara at seta dám á Gundadal og hava upphiting í Bovlinghøllini frá klokkan 12. Í Vágum fara heimáskoðararnir helst eisini at gera alt. Hetta er síðsta útkall hjá liðnum, sum so at siga alt árið hevur verið undir strikuni. Hóast betri fyritreytir enn uppflytararnir, hevur 07 Vestur ikki fingið tað at eydnast, og tað vildi verið eitt stórt afturstig at farið niður í 1. deild fyri fyrstu ferð síðani 2020.
EB/Streymur hevur vunnið báðar dystirnar móti 07 Vestur í ár 1-0 men hevur ikki vunnið eftir summarsteðgin.
07 Vestur skal hava stig - eitt stig er nóg mikið, um B36 vinnur á FC Suðuroy. Annars skal ein sigur til hjá Michael Schjønberg og hansara monnum. Vinnur FC Suðuroy, so er farið hjá vágamonnum. Sí stigatalvuna omanfyri.
![]()
Stigið 07 Vestur fekk á Svangaskarði síðsta vikuskifti, kann vísa seg at verða ógvuliga virðismikið (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald