Yoshiro Mori, fyrrverandi forsætisráðharri í Japan, er ikki longur formaður í nevndini, sum skal fyrireika OL í Tokyo.
Seinastu tíðina hevur hann verið fyri nógvum atfinningum eftir at hann kom við einari heldur óhepnari viðmerking um kvinnur í nevndini, og nú hevur hann sagt formanssessin frá sær.
Í sambandi við atfinningum um, at har vóru ov fáar kvinnur í leiðsluni av nevndini, segði Mori, at mann átti at avmarka talutíðina hjá kvinnunum, um mann vildi hava fleiri kvinnur.
– Um mann økir talið á kvinnum í nevndini, og mann ikki avmarkar talutíð teirra, er torført hjá teimum at steðga, og tað er ótolandi, segði hann.
Mori hevur síðani biðið um umbering, og legði hann afturat, at hann ikki tosar serliga nógv við kvinnur.
– Mín óhóskandi viðmerking hevur skapt ruðuleika. Tað vil eg gjarna biðja um umbering fyri. Eg ynski at leggja frá mær sum formaður umgangandi.
Nú er bert hálvt ár, til OL 2021 fer av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum, og sambært Ritzau er enn ikki greitt, hvør skal yvirtaka formanssessin hjá 83 ára gamla Mori.
Upprunaliga hevði Mori sjálvur valt eftirmann sín, 84 ára gamla Saburo Kawabuchi, men hetta fall ikki í góða jørð. Hetta var bæði orsakað av aldrinum hjá Kawabuchi, og tí at tað ikki varð mett rætt, at Mori sjálvur skuldi sleppa at velja nýggja formannin.
Les eisini: Japan: Færri eru ímóti at hava OL í summar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald