Fótbóltur

Føroyameistararnir móti fronskum stórfelagi í bólkaspælinum

KÍ skal royna at skelka fótbóltsevropa aftur í kvøld. Fyrsta bríksl í fyrsta slíka dystinum í Føroyum verður klokkan 17.45.

Árni Frederiksberg og liðfelaginir hava stóra uppgávu á skránni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og liðfelaginir hava stóra uppgávu á skránni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-05 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um nakrar tímar verður søgulig løta á Tórsvølli. KÍ tekur móti LOSC Lille í 2. umfari í bólki A í UEFA Europa Conference League.

Talan er um fyrsta heimadyst hjá føroyskum felagi í einum bólkaspæli. KÍ tapti 2-1 í Bratislava í 1. umfari. Tá legði Deni Pavlovic KÍ á odda stutt eftir steðgin, og føroyameistaranir vístu - hóast nakað av haltandi atgerðum - at man er við fyri veruliga at spæla við.

Les eisini: 
KÍ ikki bert við fyri at læra
Jákup Biskopstø Andreasen: - Hetta verður nakað heilt serligt

Nú bíðar størri uppgáva, hóast hon er á heimavølli, har KÍ hevur heilt góð hagtøl. . Lille vann franska meistaraheitið í 2021 frammanfyri millum annað PSG. Gamaní hava nógvar broytingar verið í hópinum síðani, men hetta er eitt av ovaru liðunum úr tí á pappírinum fimtsterkastu deildini í Evropa, og virði á hópinum er ógvuliga stórt.

Høvuðsvenjarin avdúkaði á tíðindafundinum í gjár, at Lille millum annað fer at brúka fleiri ungar spælara móti KÍ, og at stjørnuáleyparin, Jonathan David, ikki fer at spæla fulla tíð. 

Hjá KÍ er Heini Vatnsdal ikki tøkur. Størstu ivamálini eru annars um Luc Kassi og Vegard Forren, ið tó báðir vandu í gjár. Helst verður Páll Andrasson Klettskarð fremsti maður frá byrjan - fyri fyrst ferð í Evropa í ár.

Sí eisini: 
Páll Klettskarð er til reiðar at byrja inni
Páll: - Haldi eg kann vera ein hóttan í brotsteignum

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

KÍ fer at royna at gera tað sama sum hevur rigga væl í undanfarnu evropeisku dystunum: Standa rímiliga djúpt, hugsavna seg um verjuspælið, at vera ágangandi í røttu løtunum og við deyðbóltum og so hava dirivi við bóltinum, tá møguleikarnir eru til tað.

Sí eisini: 
Jonathan Johansson: - Verjuspælið og deyðbóltarnir eru lyklarnir

Atongumerkjasølan hevur ikki gingið heilt væl. Tó vera helst nøkur túsund til stóra dystinum á Tórsvølli í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.45. Dysturin sæst á TV2 Sport C/TV Play, og bæði KVF og FM1 hava útvarpsfrásøgn. Portalurin verður til staðar á Tórsvølli.

UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05.10
(17.45): KÍ - LOSC Lille

17.45: Olimpia Lublijana - Slovan Bratislava

Støðan: 
LOSC Lille 3 stig
Slovan Bratislava 3 stig
KÍ 0 stig 
Olimpia Lublijana 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder