Hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður vístur í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum í morgin, leygardagin 27. oktober.
Eftir flotta úrslitið mikudagin í Montenegro, skulu føroysku garparnir aftur í eldin í morgin. Millum føroysku spælararnar eru okkara Allan Norðberg og Kjartan Johansen, sum báðir áttu stóran lut í javnleikinum mikudagin.
Mótstøðuliðið leygardagin er Danmark, sum seinastu árini bæði hava verið Europameistarar og Olympiskir meistarar. Tískil verður mótstøðan nokk uppaftur harðari í morgin, og danski landsliðsvenjarin hevur heldur ikki spart uppá krútið, tá hann hevur úttikið liðið. Allar tær stóru stjørnurnar eru við, og við Mikkel Hansen á odda standa tær klárar, tá dysturin verður bríkslaður í gongd í morgin, skrivar StÍF á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.
Spenningurin í Føroyum er sera stórur áðrenn dystin í morgin, so tí kundi tað verið stuttligt um fleiri møttu í bygdahúsinum, soleiðis at vit saman kunna síggja og stuðla Kjartani og Allani í strembanini at basa stórveldinum Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald