Hóast Føroyar taptu greitt í Rumena leygardagin, so eru framvegis rímiliga góðir møguleikar fyri, at manslandsliðið fer at skriva søgu við at spæla seg til EM 2024.
Um Føroyar enda nummar tvey í bólkinum, er tað heilt vist, at liðið fær pláss í endaspælinum. Hetta er tó ógvuliga lítið sannlíkt eftir úrslitið í Bukarest, men eitt triðja pláss kann eisini verða nóg mikið.
Í útgangspunktinum er tað 50-50, um hetta røkkir. Átta undankappingarbólkar eru, og fýra teir bestu trýararnir koma til EM-endaspælið. Tað sum telur eru stigini móti teimum báðum liðunum, ið enda nummar eitt og tvey í bólkinum.
Bólkur 4 hevur eftir fýra umfør Eysturríki á fyrsta plássi og Rumenia sum nummar tvey. Eysturríki hevur longu tryggjað sær EM-pláss, og Rumenia hevur tapt í Føroyum. Hetta merkir, at Føroyar hava tvey stig, og í mun til seks av hinum sjey liðunum, sum í løtuni eru á 3. plássi í sínum bólki, so telja hesi stigini í "trý'ara-roknistykkinum".
Kelda: EHF ("Pld" stendur fyri dystir spældi móti liðum hægri á stigatalvuni í bólkinum higartil)
Sum talvan vísir, so er tað annars bert í bólki 5, at nummar trý hevur vunnið á liði, sum í løtuni liggur omanfyri. Seks umfør eru, og harvið eru tvey eftir. Hetta merkir, at um Føroyar skulu verða yvirhálaðir, skulu óvæntað úrslit henda síðst í apríl í minst trimum av hinum bólkunum.
Harvið gevur heimasigurin á Rumenia liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen ein stóran fyrimun, og Rumenia kann tryggja sær annað plássið við at fáa tvey stig afturat.
Les eisini: Håkan Ericson: Ein stór uppliving at vera til hondbólt her
Alt hetta er tó líkamikið, um ikki Føroyar vinna á Ukraina, sum vitjar 26. apríl. Hetta eru triðju ferð á rað, at liðini eru í EM-undankapping saman, og í báðum førum hevur Ukraina vunnið við einum máli á útivølli móti føroyingum. Um okkara megna at knógva tað hesuferð, so kann tað verða avgerandi í mun til at røkka stóra málinum.
Stutt sagt: Føroyar hava elt í egnum hondum síðst í apríl, men tað kann eisini gerast talan um eitt heldur fløkt, men spennandi roknistykki, tá síðstu EM-atongumerkini skulu gerast upp.
Tað er longu útselt til dystin móti Ukraina, og júst heimavøllurin kann fáa stóran týdning (Mynd: Sverri Egholm)
Støðan í bólki 4 eftir trý umfør
Eysturríki 6 stig
Rumenia 4 stig
Føroyar 2 stig
Ukraina 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald