Fótbóltur

Føroyar fáa sína HM-lagnu at vita í kvøld

Lutakastið til undankappingina byrjar klokkan 17. Føroyar eru í næstniðasta styrkisbólki, og tað er ein 50 prosent møguleiki fyri, at talan verður um ein bólk við seks liðum.

Tað verður áhugavert at síggja, hvørjum Brandur Hendriksson og Føroyar skulu møta komandi ár. Danmark er í hægsta styrkisbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður áhugavert at síggja, hvørjum Brandur Hendriksson og Føroyar skulu møta komandi ár. Danmark er í hægsta styrkisbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nations League var av í seinasta mánaði, og í mars fer næsta kapping hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í gongd.

Talan er um undankappingina til HM-endaspælið í Katar í 2022. Seks styrkisbólkar eru - fimm við tíggju liðum og ein við fimm liðum. Í tí niðasta bólkinum eru fimm tey lægst styrkismettu landsliðini í UEFA. Í fimm av teimum tíggju bólkunum, ið verða gjørdir, verður eitt av hesum liðunum, og fyri Føroyar hevði tað verið ein fyrimunur at enda í ein av bólkunum, tí í so fall stendur liðið hjá Håkani Ericson til at hava góðar møguleikar fyri at fáa stig í, í minsta lagi tveimum dystum. Har eru møguleikarnir Malta, ið Føroyar hava spælt seks ferðir ímóti seinastu trý árini, San Marino, ið allarhelst er veikasta liðið í undankappingini, umframt Moldova, Liktinstein og Gibraltar, sum Føroyar ongantíð hava verið í bólki saman við. 

Nógvir føroyskir fótbóltsfjepparar ynskja Ongland úr tí sterkasta bólkinum. Tað er eitt av londunum, ið føroyska A-landsliðið ongantíð fyrr hevur verið í bólki við fyrr. Hetta seinna er eisini galdandi fyri Kroatia, ið var í HM-finaluni í 2018 - Hallur Hansson ynskir at møta millum annað heimsmeistarunum - og fyri fleiri lið í styrkisbólki 4: Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria og Hvítarussland.

Føroyar kunnu ikki verða í bólki saman við Íslandi. Tað er orsakað av veðurviðurskiftinum í londunum, boðar UEFA frá. Tað snýr seg um, at tvey lið ið ikki kunnu hýsa dystum í mars og november orsaka av veðurlagnum ikki skulu vera í bólki saman. Tríggir leikdagar verða í mars, og hetta nýtir UEFA sum grundgeving fyri avgerðini.

Til ber at fylgja lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA

Styrkisbólkur 1
Belgia, Frakland, Ongland, Portugal, Spania, Italia, Kroatia, Danmark, Týskland og Holland

Styrkisbólkur 2
Sveis, Wales, Pólland, Svøríki, Eysturríki, Ukraina, Serbia, Turkaland, Slovakia og Rumenia

Styrkisbólkur 3
Russland, Ungarn, Írland, Kekkia, Noreg, Norðurírland, Ísland, Skottland, Grikkaland og Finnland

Styrkisbólkur 4
Bosnia, Slovenia, Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria, Ísrael, Hvítarussland, Georgia og Luksemborg

Styrkisbólkur 5
Armenia, Kýpros, FØROYAR, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Litava, Lettland og Andorra

Styrkisbólkur 6
Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder