Hondbóltur

Føroyar hava vunnið á Litava áður

Hetta var í 2018 - eisini í undankapping til HM - tá londini hittust á øðrum sinni í kvinnuhondbólti. Í apríl hittast liðini tvær ferðir í som viku, og tá er HM-atgongumerki uppá spæl.

Júst seks ár áðrenn EM-janvleikin móti Kroatia, 1. desember, vunnu Føroyar á Litava í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

Júst seks ár áðrenn EM-janvleikin móti Kroatia, 1. desember, vunnu Føroyar á Litava í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-16 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tjúgu árum síðani taptu Føroyar 27-24 fyri Litava í seinasta bólkaspælsdystinum í Challenge Trophy. Føroysku kvinnurnar vóru tó komnar víðari tá og endaðu í finaluni, sum italsku vertirnir vunnu.

Beint yvir 14 ár eftir dystin í Mezzocorona, hittust londini aftur í A-landsliðshøpi hjá kvinnum. Tað var í 1. umfari av HM-undankappingini. Føroyar gjørdu bart í hesum seinna bólkaspælsdystinum og vunnu 25-21.

Tað var einasti sigurin í trimum dystum hjá Føroyum, og harvið eydnaðist ikki at koma víðari til 2. umfar í undankappingini (play-off umfarið). 

Har vera føroysku kvinnurnar fyri fyrstu ferð nakrantíð í 2025, og er tað takkað verið EM-luttøkuni. Og takkað verið javnleikinum móti Kroatia, og tað at Føroyar skoraði fleiri mál enn júst Kroatia, vóru Føroyar styrkismettar í lutakastinum í gjár.

Sí eisini: (Myndir): Endaðu á 3. plássi - styrkismettar til HM-play off

Úrslitið av tí var, at Føroyar fingu eina av allarbest møguligu lutakastunum: Litava. Liðini skulu næsta ár spæla fyri triðju ferð, og tá er tað beinleiðis um pláss í HM-endaspæli.

[object Object]
Her er alt lutakastið til umfarið. Vit síggja millum annað at Kroatia, sum Føroyar vóru eitt mál betri enn, fingu Spania . So stóran mun kunnu marginalar gera í ítrótti - Kroatia var ikki styrkismett (Skíggjamynd: EHF)

Sí eisini: Føroyar og Litava skulu spæla um HM-pláss

Litava kom ikki víðari til EM-endaspælið. Hetta serliga vegna tap í Aserbadjan í undankappingini. Liðið er komið til HM-play off umfari við stórsigri á Stórabretlandi og teprum sigri á Grikkalandi í 1. umfari.

Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1996. Føroyar vunnu sum sagt við fýra málum, tá liðini í 2018 hittust í 1. umfari í HM-undankappingini. Síðani hevur føroyskur hondbóltur verið í stórari menning.

Tað hevur helst eisini verið menning í Litava, men við tí sum vit vita nú, so burdu Føroyar í øllum førum staðið við góðum møguleika at koma til HM-endaspælið - og einum favorittleikluti í apríl.

Seinni dysturin verður spældur í Litava - helst Vilnius - leygardagin 12. apríl ella sunnudagin 13. apríl 2025. HM-endaspælið verður í november-desember. 

Tann omanfyrinevndi janvleikurin móti Kroatia er feskur. Hann var fyri 15 døgum síðani, sunnudagin 1. desember. Tað var eisini 1. desember í 2018, at Føroyar vunnu á Litava. Júst seks ár frammanundan og eisini í Sveis. 

Hagtøl: hsf.fo/a-landslið kvinnur og EHF

[object Object]
Pernille Brandenborg í dystinum móti Kroatia. Strikuspælarin hevur verið við landsliðnum seinastu átta árini, millum annað móti Litava, og er nú liðskipari (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Pernille: Eitt fínt mótstøðulið fyri okkum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder