Fyrr í dag gjørdist greitt, at Føroyar og Litava skulu spæla móti hvørjum øðrum í play-off umfarinum í undankappingini til HM 2025.
Hetta var á pappírinum eitt ógvuliga gott lutkast fyri føroysku kvinnurnar - so at siga tað besta gjørligt. Liðskiparin dylur heldur ikki fyri, at hon var nøgd, tá nøvnini komu úr pottinum:
- Litava er eitt lutakast, sum eg haldi, at vit skulu vera væl nøgdar við. Eg má viðganga, at eg kenni ikki so nógv til litaviska liðið enn, men útfrá teimum ellivu møguligu liðunum, síggi eg Litava sum eitt fínt mótstøðulið hjá okkum í dreyminum um at spæla okkum til HM-endaspælið
Pernille Brandenborg staðfestir fyri Portalinum, at man kundi fingið verri lutakast - og sanniliga eisini um tað ikki var eydnast at enda beint frammanfyri Kroatia í EM-bólkinum. Kroatia varð ikki styrkismett og fekk helst allarsterkasta liðið, sum er í umfarinum.
Her er alt lutakastið til umfarið. Vit síggja millum annað at Kroatia, sum Føroyar vóru eitt mál betri enn, fingu Spania . So stóran mun kunnu marginalar gera í ítrótti - Kroatia var ikki styrkismett (Skíggjamynd: EHF)
Føroyar mugu nú metast at vera í góðari støðu, í mun til at spæla seg í annað endaspælið á rað - og tað fyrsta HM-endaspælið í vaksnamannahondbólti.
Litava kom ikki víðari til EM - serliga vegna tap í Aserbadjan í undankappingini. Liðið er komið til HM-play off umfari við stórsigri á Stórabretlandi og teprum sigri á Grikkalandi.
Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1996, og Føroyar vunnu við fýra málum (21-25), tá liðini hittust í 1. umfari í HM-undankappingini í 2018.
Sí eisini: Føroyar og Litava skulu spæla um HM-pláss í apríl
Av tí at endaspæl er hvørt ár í hondbólti, so eru HM-undankappingin stutt. Meðan EM-undankappingin eru bólkar við dystum úti og heima móti fleiri liðum, skulu tey londini sum júst hava verið til EM, bert spæla eitt play-off umfar í hesum førum: Ein dyst úti og ein heima.
Hesir dystirnir verða í apríl. Fyrri dysturin millum Føroyar og Litava verður í Høllini við Tjarnir miku- ella hósdagin 9./10. apríl. Seinni dysturin verður í Litava leygar- ella sunnudagin 12./13. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald