Tað varð ikki Kroatia, Serbia, Portugal ella Norðurmakedónia, sum vóru londini, sum Claus Mogensen og liðið helst vildu sleppa undan.
Tað varð heldur ikki til dømis Italia, sum er á veg fram og helst hevði staðið sum eitt "lumpisligt mótstøðulið".
Tað var Litava, sum kom úr pottinum beint eftir "Faroe Islands"gjørdu í Wien.
Her er alt lutakastið til umfarið. Vit síggja millum annað at Kroatia, sum Føroyar vóru eitt mál betri enn, fingu Spania . So stóran mun kunnu marginalar gera í ítrótti - Kroatia var ikki styrkismett (Skíggjamynd: EHF)
Hetta merkir, at føroysku kvinnurnar, í sínum fyrsta heimadysti við Tjarnir, taka ímóti Litava mikudagin 9. apríl ella hósdagin 10. apríl.
Her verður grundarlagið undir samanløgdum føroyskum sigri vónandi lagt. Sum nú er má metast, at Føroyar standa sum favorittar til uppgerðina.
Litava kom ikki víðari til EM - serliga vegna tap í Aserbadjan í undankappingini. Liðið er komið til HM-play off umfari við sigri á Stórabretlandi og teprum sigri á Grikkalandi.
Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1996. Føroyar vunnu við fýra málum (21-25), tá liðini í 2018 hittust í 1. umfari í HM-undankappingini.
Talan var í øllum førum nær við at vera eitt perfekt lutakast fyri føroysku kvinnurnar, sum í apríl hava møguleikan at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vóru styrkismettar vegna 3. plássi í bólkinum í Basel herfyri og síggja út til at hava fingið løn fyri stríðið: Eitt mótstøðulið sum man eigur at hava ein góðan møguleika at basa yvir tveir dystir.
Seinni dysturin verður spældur í Litava - helst Vilnius - leygardagin 12. apríl ella sunnudagin 13. apríl 2025.
Endaspælið verður í Týsklandi og Niðurlondum í november-desember næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald