Fótbóltur

Føroyar loypti hvøkk á Kroatia

Geza Turi legði Føroyar á odda eftir eitt korter, men Josko Gvardiol svaraði tíverri aftur nakrar minuttir seinni. Hanus Sørensen eisini havt stóran møgulekai, men 1-1 í steðginum í seinasta undankappingini.

Geza David Turi skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - kanska tað verður skrásett sum sjálvmál - og kroatar vórðu skelkaðir (Mynd: Sverri Egholm)

Geza David Turi skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - kanska tað verður skrásett sum sjálvmál - og kroatar vórðu skelkaðir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-14 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spæla ikki við alstórari virðing fyri kroatum, og teir noyddust at svara aftur við einum heldur tilvidarligum máli til 1-1.

Tað skoraði Manchester City-miðverjin, Josko Gvardiol, tá hann smekkaði til nakað til vinstru úr føroyska brotsteignum., eftir at Árni Frederksberg og René Shaki Joensen høvdu tapt hvør sín nærdyst í høgru.

Hetta var seks minuttir eftir, at Føroyar skelka kroatar við at leggja seg á odda. Geza David Turi skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - kanska tað verður skrásett sum sjálvmál.

Men tað var 24-ára gamli gøtumaðurin, sum rann eini 25 metrar við bóltinum einsamallur, eftir at René Shaki Joensen hevði vunnið bóltin væl í høgru. Geza skeyt, tá hann var komin til brotsteigarmarkið, og bólturin kom í kroatiskan verjuspælara og snýtti Livakovic í málinum.

[object Object]Geza Davd Turi stórfegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Kroatiski málverjin var tó til reiðar eftir lítlan hálvan tíma, tá Geza Turi sendi Hanus Sørensen væl avstað. Havnarmaðurin á vinstra vongi streyk avstað, helt miðverjanum nakað vekk, og komin inn í brotsteignum royndi Hanus seg við høgra beini. Tíverri gav tað ikki 2-1 mál, men Føroyar loyptu aftur hvøkk á HM-bronsuvinnararnar.

So er spurningurin, um tað heldur, ella um tað verður uppaftur betri eftir steðgin í Rijeka.

Lurta á FM1 her

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, fríggjadagin 14. november - næstseinasta umfar
Kroatia - Føroyar (1-1)
17' Geza David Turi/sjálvsmál 0-1
23' Josko Gvardiol 1-1

Meira um dystin her

Meira eftir dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder