Hondbóltur

Føroyar mistu av álvara tamarhaldið seinasta korterið

Trý brend brotskøst, villur og ein verjupartur ið ikki stóð ímóti gjørdu sítt til, at Føroyar enn einaferð taptu á útivølli. Nú er størri trýst á til 2025.

Pauli Jacobsen og verjan stóðu væl fyri steðgin, men í 2. hálvleiki skoraði Ukraina 21 ferðir. Yvirtalsspælið (7 móti 6 var ein lykil) Mynd: Egin Tollaksson Kass

Pauli Jacobsen og verjan stóðu væl fyri steðgin, men í 2. hálvleiki skoraði Ukraina 21 ferðir. Yvirtalsspælið (7 móti 6 var ein lykil) Mynd: Egin Tollaksson Kass

2024-11-10 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru sjey mál á muni, í steðginum vóru Føroyar á odda við trimum málum, og tað var eisini +3, tá eitt korter var eftir at spæla í Vilnius.

Tá klokkan í stóru Twinsbet leikhøllini vísti 60.00, vóru tað tó ukrainar, sum høvdu trý mál fleiri. Ein niðurbræðing seinastu løtuna, har Føroyar brendu trý brotskøst á rað, og ukrainar stóðu nógv meira ímóti.

Hon var partvíst ávegis, tí ukrainska álopsspælið fekk nógv fríari ræsir eftir steðgin. Í 1. hálvleiki stóðu Føroyar sum heilt væl í verjupartinum, men Ukraina skoraði heili 21 mál í 2. hálvleiki - eins nógv og Kosovo gjørdi alt mikikvøldið á Hálsi. Her var 7 móti 6-spælið hjá Ukraina ein lykil.

Fjølbroytni vantaði kanska á føroyska liðnum í løtum, og fáar broytingar vóru gjørdar. Nógv flott álop vóru, men tað var mest brendu fríu skotini gjøgnum dystin - saman við tekniskum villum har bólturin síðani varð kastaður í tómt mál í 7 móti 6 spælinum - sum kostaðu Føroyum sigurin.

Tamarhaldið fór, og teir í gulum vunnu. Harvið hava Føroyar meira knívin á barkanum í 2025, í mun til at vinna sær EM-pláss.

Meira seinni

Undankappingin til EM 2025, 2. umfar
Vilnius, 10.11
Ukraina - Føroyar 35-32 (14-17)

Dystargongdin:
5 minuttir: 2-3
10 minuttir: 3-7
15 minuttir: 4-10
20 minuttir: 8-12
25 minuttir: 9-14
30 minuttir: 14-17
35 minuttir: 17-20
40 minuttir: 20-23
45 minuttir: 23-25
50 minuttir: 27-27
55 minuttir: 30-29
60 minuttir: 35-32

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Vilhelm Poulsen 4 mál
Pætur Mikkjalsson 2 mál
Rói Berg Hansen 2 mál
Peter Krogh 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál

Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 (27 prosent)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder