Fótbóltur

Føroyar og Ísland kunnu ikki koma í sama bólk

UEFA metir, at hetta eru tey londini, har størst vandi er fyri ógvusligum veðri, og av tí at tríggir leikdagar eru í mars, og at Føroyar og Ísland ikki kunnu spæla á heimavølli tá, er avgerðin tikin.

Gunnar Nielsen hevur ikki møguleikan at spæla ímóti tí landinum, har hann seinastu mongu árini hevur spælt (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen hevur ikki møguleikan at spæla ímóti tí landinum, har hann seinastu mongu árini hevur spælt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú klokkan 17 byrjar lutakastið til HM-undankappingina hjá UEFA. Spenningur er um, hvørt Føroyar verða í bólki saman við fýra ella fimm øðrum londum, og so sjálvandi eisini júst hvørjum liðum føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla ímóti í 2021.

Les eisini: Føroyar fáa sína HM-lagnu at vita í kvøld

Frammanundan er greitt, at Føroyar ikki kunnu koma í sama bólk sum eitt land, og tað er Ísland. Alemenna frágreiðingin hjá UEFA er hendan: 

- Iceland and the Faroe Islands have been identified as venues with the highest risk of severe winter conditions. Given that the March window will include three matchdays, and to limit the disruption to the group-match scheduling, they cannot be drawn into the same group.

Londini eru ímillum tey tíggju - hini eru Ukraina, Russland, Hvítarussland, Estland, Litava, Lettland, Finnland og Noreg - sum UEFA hevur sett sum lond, har "vandi er fyri ógvusligum veðri" og bert tvey og tvey av hesum kunnu vera í einum bólki. Men av tí at brøðurtjóðirnar í Atlanshavinum Føroyar og Ísland "eru hægst av teimum sum eru í vandabólkinum", er avgerð tikin 

Tað er serliga til dystirnar í november og mars - har Føroyar ongantíð hava heimadyst - at veðurviðurskiftini spæla inn. Hesuferð verða tríggir leikdagar í mars, og tí er tað serliga ein kelda til trupulleika, at fleiri lond eru, sum ikki kunnu hava heimavøll tá.

Aðrar avmarkingar

Tað er eisini so, at orsakað av ferðaviðurskiftum kann Kasakstan bert koma í bólk við eitt av hesum londunum: Andorra, Ongland Føroyar, Frakland, Gibraltar, Ísland, Malta, Norðurírland, Portugal, Írland, Skotland, Spania, Wales. Tað merkir, at um Føroyar trekkja Kasakstan er ikki møguleiki at koma í bólk við nakað av hinum nevndu londunum. Ísland kann bert koma í bólk við eitt av hesum londunum: Aserbadjan, Kasakstan, Armenia, Kýpros og Georgia. 

Sum vanligt, so eru nakrar avmarkingar tí at st´rið eru ímillum lond. Hetta merkir millum annað, at Ukraina og Russland, Armenia og Aserbadjan og Kosovo og Serbia ikki kunnu koma í sama bólk.

Styrkisbólkarnir:

Styrkisbólkur 1
Belgia, Frakland, Ongland, Portugal, Spania, Italia, Kroatia, Danmark, Týskland og Holland

Styrkisbólkur 2
Sveis, Wales, Pólland, Svøríki, Eysturríki, Ukraina, Serbia, Turkaland, Slovakia og Rumenia

Styrkisbólkur 3
Russland, Ungarn, Írland, Kekkia, Noreg, Norðurírland, Ísland, Skottland, Grikkaland og Finnland

Styrkisbólkur 4
Bosnia, Slovenia, Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria, Ísrael, Hvítarussland, Georgia og Luksemborg

Styrkisbólkur 5
Armenia, Kýpros, FØROYAR, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Litava, Lettland og Andorra

Styrkisbólkur 6
Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino

Til ber at fylgja lutakastinum á heimasíðuni hjá FIFA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder