
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): Í kvøld klokkan 19.45 føroyska tíð spæla Føroyar og Montenegro í 2. umfari í undankappingini til HM 2026. Talan er um bólk L
Bólkur L - eftir eitt umfar
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig
*Ongan dyst spælt
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum
2. umfar - týsdagin 25.mars
19.45: Gibraltar - Kekkia
19.45: Montenegro - Føroyar
Tað er sjálvdan, at veðrið er eitt so stórt samtaluevni í sambandi við landsdyst á útivølli. Tað er ógvuliga sjálvdan kappingardystir á útivølli um summarið, og tí er hitin ikki ofta nakar faktorur - sum hann er hjá føroysku feløgunum.
Nú hevur ringi standurin á vøllinum í Niksic tó fylt nakað; millum annað tí at tað hevur regna so illa í Montenegro seinastu dagarnar. Montenegro spældi á sínum fyribils heimavølli leygarkvøldið, tá liðið vann 3-1 á Gibraltar, og grasið fær ógvuliga ring skoðsmál.
Sí eisini:
Eyðun Klakstein: - Nú fáa vit at síggja hvør er stinnari í reginum
René Shaki: - Vánaligi vøllurin kann verða til fyrimuns fyri okkum
Bárðir hava skorað móti Føroyum og eru fyrireikaðir
Hetta kann fáa sína ávirkan á dystin, men føroyingarnir skulu halda seg til sína dystarætlan. Tað verður aftur verjuspælið, sum fyrst og fremst skal eydnast. Tó vænta menninir hjá Eyðun Klakstein at fáa fleiri støður frameftir enn í Kekkia og vilja eisini skapa hetta.
Roknast kann við 3-4 broytingum í byrjanaruppstillingini. Tað er greitt, at Jann Benjaminsen ikki fær spælt á høgra vongbakki, og at Jóannes Kalsø Danielsen allarhelst spælir har ístaðin. So er nakað av ivamáli um Hall Hansson, sum merkti eitt sindur til knæðið eftir dystin í Kekkia.
Montenegro er styrkismett nakað hægri enn Føroyar, hevur sum spælarar á hægri stigi "í felags-fótbólti" og er á heimavølli. Men hóast favorittleiklutin til Montenegro, so trúgva føroysku spælararnir uppá at fáa stig við heim úr hesari samlingini.
Sí eisini - samrøður:
Brandur Hendriksson: - Hetta er eitt sterkt lið - men avgjørt til at spæla við
Odmar Færø: - Stig við í viðføri heim hevði komið fantastiska væl við
Montenegro - Føroyar spæla í kvøld, týsdagin 25. mars, klokkan 19.45.
Portalurin er á staðnum og hevur beinleiðis blogg í løtuni upp til dystin og undir honu. Eftir dystin koma fleiri myndir, viðmerkingar og samanumtøka.
Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald