Mánadagin setti føroyska dart-landsliðið við monnum kósina móti Slovakia, har EM í darti verður spælt hesa vikuna.
Sí eisini: Manslandsliðið í dart til EM í Slovakia
40 lond luttaka, og á tí fyrsta av teimum fýra kappingardøgunum skulu teir fýra føroyingarnir spæla fýra dystir.
Mikudagur 25.09:
13.00 Malta - Føroyar
16.00 Føroyar - Skotland
18.30 Rumenia - Føroyar
20.00 Føroyar - Slovakia
Føroyar stóðu seg heilt væl til EM fyri í 2022. Tá endaðu okkara á 16. plássi. Av teimum, sum Føroyar spæla ímóti í dag, endaðu bert Rumenia (tvey pláss) og Skotland (nummar 10) frammanfyri.
Føroyar eru "favorittar" móti Malta og serliga móti slovakisku vertunum. Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Til ber at fylgja dystunum á tv.dartconnect.com.
Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh og Uni Árting spæla fyri Føroyar.
Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og í liðkapping. Tað er síðstnevnda av hesum, sum er á skránni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald