Annað

Manslandsliðið í dart til EM í Slovakia

Kappast verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar. Byrjað verður í morgin.

2024-09-24 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska dart-landsliðið setti í gjárkósina móti Slovakia, har EM í dart verður avgreitt hesa vikuna.

EM er á skránni annaðhvørt ár, og hesaferð er Samorin í Slovakia vertur fyri kappingini. 40 lond eru við í EM hesaferð, tey flestu hava lið bæði hjá kvinnum og monnum, men nøkur lond hava, eins og Føroyar, bert manslið.

Í dag er byrjanarhátíð og ymist fundarvirksemi á skránni. Dystir verða so á skránni mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.

Í undanfarnu EM-kappingini, sum var í Spania í 2022, endaði mansliðið samanlagt nr. 16 í røðini. Ilt er at meta um møguleikarnar at fáa líka gott úrslit hesaferð. Í liðkappingini eru londini býtt í fimm seedings-løg, meðan tað haafturímóti ikki er nøkur seeding í einmansleiki og tvímansleiki og tí kann lutakastið gerast rættuliga avgerðandi fyri møguleikunum at koma langt har. Í øllum førum hava okkara menn fyrireikað seg við venjingum alt summarið, og fara at leggja alla orku í at fáa góð úrslit.

So tað er við spenningi, at lagt verður til brots seinnapart mikudagin við innleiðandi dystunum í liðkappingini.

Til ber at fylgja við øllum dystunum á tv.dartconnect.com/events/wdf og fleiri av dystunum verða eisini stroymdir, link til stroyming verður lagt út á wdfcupslovakia.com/live-stream-live-score/

Við í ferðalagnum til Slovakia eru Annfinn Hjaltalin, formaður, Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh, Uni Árting og Jens Albert Simonsen, venjari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder