Hondbóltur

Føroyar spæla móti Fraklandi mánakvøldið - móti Danmark týsdagin

Lykladysturin í stríðnum um fjórðingsfinalupláss verður helst millum føroyingar og fraklendingar. Liðini hava vunnið hvør sín dyst - við trimum málum - tá árgangirnir hava hittst í EM-endaspølum.

Føroysku spælararnir hava síðani tíðliga seinnapartin fingið hvílt seg - í morgin er frídagur, áðrenn ógvuliga spennandi dystir eru á skránni fyrst í næstu viku (Mynd: IHF/Kolektiff)

Føroysku spælararnir hava síðani tíðliga seinnapartin fingið hvílt seg - í morgin er frídagur, áðrenn ógvuliga spennandi dystir eru á skránni fyrst í næstu viku (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-21 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Um væl vil til, spæla føroysku menninir seg í HM-fjórðingsfinalu mánakvøldið 23. juni.

Til hetta krevst, at Danmark fær stig móti Rumenia í fyrsta dystinum í bólki 3 í meginumfarinum. Síðani skulu Føroyar vinna á Fraklandi.

Eftir bólkafinalurnar í bólkunum í Katowice - í bólki E og bólki F - er greitt, at meginumfarsbólkurin hjá Føroyum sær soleiðis út: 

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 2 stig (+7)
2. Danmark 2 stig (+4)
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)

Føroyar vunnu flottan 35-28 sigur á Rumenia í dagsins fyrsta dysti í Arena Katowice. Í tí seinasta dystinum vann Danmark 35-31 á Fraklandi. Talan var um bólkafinaluna millum mætu hondbóltstjóðirnar. Fraklendingar gjørdu ov nógv mistøk til at vinna á stinnu dønunum, sum í hesum árgangunum eiga HM-gull (U19) og EM-bronsu (U20).

Danmark er eisini favorittur at vinna okkara bólk í meginumfarinum. Bólkarnir "parast" nú, og úrslitini móti hinum liðnum úr innleiðandi bólkinum fylgja við. Hetta er ógvuliga gott fyri Føroyar, sum tíðliga í næstu viku stríðast fyri øðrum hálvfinaluplássinum.

Les og hoyr eisini - viðmerkingar frá spælarunum:
Tóki Friðriksson: - Eg skuldi bara inn at gera mína uppgávu
Niklas Gaard: - Tað var kensluborið og deiligt

Spæla mánadagin og týsdagin

Liðini fáa nú ein heilan hvílidag, áðrenn herja verður á aftur í Katowice mánadagin 23. juni. Danmark og Rumenia spæla klokkan 15.15 føroyska tíð, og klokkan 17.30 bresta Føroyar og Frakland saman. 

Hetta seinna verður helst lykladysturin í bólkinum. Føroyar hava góð kort á hondini undan stóru avbjóðingini.

Í U18 EM í 2022 eydnaðist Óla Mittún og hinum at loysa hana og vinna við trimum málum á júst Fraklandi - í U20 EM í fjør var tað umvent, og hetta kostaði føroyingum. Frakland er hesaferð uttan lyklaspælaran á høgra bakki: Kylian Prat.

[object Object]
Fraklendingar megnaðu ikki at halda Óla Mittún í 29-26 EM-dystinum millum londini fyri skjótt trimum árum síðani (Mynd: EHF)

Skráin í bólki III
Mánadagin 23. juni, Arena Katowice
15.15: Danmark - Rumenia
17.30: Føroyar - Frakland

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

Tvey lið koma víðari til HM-fjórðingsfinalurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder