Fótbóltur

Føroyar standa í stað – Danmark í topp 10

FIFA hevur almannakunngjørt nýggjasta styrkilistan.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-16 12:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eingin broyting er á plássinum hjá Føroyum á nýggjasta styrkilistanum hjá FIFA. Føroyar liggja nummar 90 á listanum.

Men nýggi listin er gleðiboð fyri eitt nú Danmark, sum hevur megnað at spæla seg inn í topp 10. Danmark hevur klatra trý pláss upp eftir listanum, og liggur nú á einum níggjunda plássi, ájavnt við Spania.

Svøríki hevur flutt seg heili 11 pláss fram á listanum, og liggur nú á 13. plássi. Eftir eitt heldur skuffandi HM er Ísland dottið 10 pláss niður og liggur nú nummar 32. Norra, sum ikki var við í HM endaspælinum, stendur í stað á 53. plássi.

Eftir eitt gott endaspæl í heimlandinum var tað Russland sum flutti seg longst upp eftir listanum. Russlandi flutti seg 21 pláss fram, og er nú nummar 49. Landið sum datt longst var Egyptaland, sum fór 20 pláss aftur og er nú nummar 65.

Ovast á listanum liggur heimsmeistarin úr Fraklandi. Frakland hevur flutt seg heili seks pláss fram á listanum eftir at hava vunnið HM endaspælið í Russlandi. Næstur eru Belgia og Brasilia.

Topp 10 eru hesi:

  1. Frakland (+6 pláss)
  2. Belgia (+1)
  3. Brasilia (-1)
  4. Kroatia (+16)
  5. Uruguay (+9)
  6. Ongland (+6)
  7. Portugal (-3)
  8. Sveis (-2)
  9. Spania (+1) og Danmark (+3)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder