Oyggjaleikir 2023

Føroyar taptu onki sett í innleiðandi dystunum

Eisini hetlendingar máttu lúta við 5-0.

2023-07-09 22:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar lótu ikki eitt einasta sett frá sær í innleiðandi dystunum í liðkappingini í badminton í dag.

Føroyar vunnu dyggiliga sín bólk við fullum stigatali og tríggjar ferðir 5-0.

Undan seinasta dystinum í kvøld var eitt sindur av ivamáli um, hvussu Føroyar fóru at standa seg móti Hetlandi í ár, men tað vísir seg, at vit hava eitt sterkt lið, og heldur ikki hetlandingar, sum undan dystinum eisini høvdu vunnið sínar dystir greitt, megnaðu at gera nakað við føroyingar.

Árant á Mýrini vann sín dyst 21-15, 21-16, Miriam í Grótinum var á odda 18-12 í fyrsta setti, tá hetlendska gentan mátti gevast við skaða, Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christensen vunnu sín tvímansdyst 21-11, 21-4, Sanna Thorkildshøj og Bjarnhild í Buð Justinussen vunnu sín tvíkvinnudyst 21-12 og 21-10 og Jónas Djurhuus og Mia Thorkildshøj vunnu blandaða tvídystin 21-10, 21-8. Altso ein sera greiður sigur.

Í morgin, týsdagin eru hálvfinalur á skránni. Enn er óvist hvussu hálvfinalurnar verða spældar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder