Tvey mál. So nær við var føroyska manslandsliðið í hondbólti frá at spæla seg til EM endaspælið í Ungarn og Slovakia í januar mánaði næsta ár.
Evropeiska hondbóltssambandið hevur nú roknað seg fram til hvørjar 24 tjóðir verða við til komandi EM-kapping.
Undankappingin varð býtt upp í 10 undanbólkar, har nummar eitt og tvey komu víðari. Síðani varð pláss fyri teimum fýra bestu á triðja plássi.
Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis á Facebook-vanga sínum.
“Ukraina er eitt av liðunum, sum kom víðari sum 3´ari. Ukraina fekk 5 stig, harav 4 vóru móti Føroyum og 1 móti Russlandi. Í uppgerðini telja stigini móti liðunum, sum endaðu nummar 4 ikki við, og kom Ukraina sostatt víðari uppá tað eina stigið, teir vunnu móti Russlandi. Høvdu Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, so høvdu Føroyar komið víðari uppá tey tvey stigini Føroyar vunnu móti Kekkia.”
Fýra lið rykkja niður og skulu spæla undan-undankapping. Hesi vóru Belgia, Finnland, Turkaland og Lettland.
Les umrøðuna frá dystinum 14. mars:
Føroyingar stríðast – renna aftan á ukreinum
Elias fekk spenning í dystin aftur
Video: Hetta er stuttligt (Samrøða við Hákun W. av Teigum)
Video: Tími ikki at brúka umskyldningar um hví vit tapa (Samrøða við Kjartan Johansen)
Video: Vit straffa okkum sjálvar við spælinum í fyrra hálvleiki (Samrøða við Róa B. Hansen)
Video: Trúðu upp á tað (samrøða við Helga Hoydal)
Video: Avtalaðu flúgvaran stutt áðrenn (Samrøða við Elias á Skipagøtu)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald