Final Four vikuskiftið í týsku steypakappingini er í gongd í Köln. Møguleiki var fyri at fáa eina finalu, við einum føroyskum høgra vongi á hvør sínum liði, men tað gekk ikki - hvørki hjá Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt ella Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin.
Hákun fekk ikki gjørt nakað við tapi fyri Magdeburg, ið Füchse kappast við um týska meistaraheitið um. 22-ára gamli hoyvíkingurin sat á bonkinum allar 60 minuttirnar, tá íslendingarnir Gisli Kristjansson, Ómar Ingi Magnusson og hinir Champions League-vinnararnir vóru omaná. Tað endaði 30-25, har Magdeburg allatíð var omaná.
Magdeburg skal spæla finalu móti Melsungen. Flensburg-Handewitt var annars favorittur í hinari hálvfinaluni, men har var munurin eisini fimm mál til fyrimuns fyri liðið, sum byrjar við M. Jóhan á Plógv Hansen hevði tvey skot í hálfinaluni og skoraði eitt teirra.
Magdeburg og Melsungen spæla finaluna í DHB Pokal klokkan 14.35 føroyska tíð. Nú klokkan 11.45 byrjar bronsudysturin millum Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt. Tað er væl hugsandi, at Hákun West av Teigum nú spælir nógv á gólvinum í stóru Lanxess leikhøllini. Báðir dystirnir síggjast á TV3 MAX og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald