2019-03-06 18:57
Viking, har tríggir føroyingar spæla við, vann í dag ímóti oddaliðnum í deildini, St. Hallvard. Bæði Kjartan Johannsen og Jónas Djurhuus spældu inni. Liðini spæla í næstfremstu deildini Noregi.
Dysturin endaði 34-32.
Sum skilst hevði Kjartan ein framúr góðan dag, og var saman við málmanninum ímillum teir bestu leikarinir.
Helgi Hoydal sat uttanfyri við lítlum knæskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald