Fótbóltur

Føroysk finala á Ullevaal í dag

Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad spæla fyri 12. steypagulli felagsins og evropeiskum plássi. NM-finalan sæst á NRK klokkan 15.

Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen í landsliðshøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen í landsliðshøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-07 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógv uppá spæl hjá Fredrikstad seinnapartin. Felagið kann javna norska metið fyri steypagull (12), og ein sigur í “NM Cup” sendur liðið út í Evropa fyri fyrstu ferð síðani 2009.

Stórur spenningur er eisini í býnum, har fótbóltur er stórur. Jóannes Bjartalíð segði við Portalin í gjár, at roknað verður við umleið 15.000 Fredrikstad-fjepparum á Ullevaal í dag.

Sí eisini: Umleið 15.000 fólk úr Fredrikstad til finaluna

Klaksvíkingurin hevur spælt við Fredrikstad síðani fyrst í 2023 men hevur verið nógv skaðadarvaður í ár. Brandur Hendriksson Olsen spælir í dag sín seinasta dyst fyri Fredrikstad. Skálvíkingurin kom eisini til felagið tíðliga í fjør og er komin fyri seg eftir krossbandsskaðan har

Molde er favorittur til finaluna, men føroyingarnir og hinir fara at royna at gera sítt. NM-cupfinale byrjar klokkan 15 føroyska tíð og sæst á NRK.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder