Fótbóltur

- Tað verða helst umleið 15.000 fólk úr Fredrikstad til finaluna

Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen og hinir hjá Fredrikstad hava verið í Belgia og fyrireikað seg til norsku steypafinaluna. Hon verður á Ullevaal leygardagin klokkan 13.

Ársins spælari hjá Fredrikstad staðfestir dagin fyri finaluna, at hon hevur ógvuliga nógv at siga fyri stolta felagi (Mynd: Fredrikstad FK)

Ársins spælari hjá Fredrikstad staðfestir dagin fyri finaluna, at hon hevur ógvuliga nógv at siga fyri stolta felagi (Mynd: Fredrikstad FK)

2024-12-06 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru væl fyri. Hópurin hevur verið í Belgia síðani tysdagin, har vit hava fyrireika okkum á landsliðsbasanum hjá belgiska fótbóltssambandinum. Tað merkist annars øgiliga væl í umhvørvinum, at hetta er nakað serligt, og at tað merkir nógv fyri býin og fólki.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð við Portalin í kvøld. 28-ára gamli klaksvíkingurin og Brandur Hendriksson Olsen, sum er skálvíkingur og eitt hálvt ár eldri enn landsmaðurin, enda sítt annað ár við Fredrikstad FK í morgin - tíðin hjá Brandi í felagnum kemur at enda á Ullevaal.

Føroysku landsliðsspælararnir gleða seg nú til stóru uppgávuna í morgin: Norsku steypafinaluna. Fyri Jóannes er tað tann fyrsta uttanfyri Føroyar - tapti við KÍ móti Víkingi í 2022 men vann við teimum í 2016. Brandur Hendriksson avgjørdi donsku steypafinaluna fyri FCK sum bert 19-ára gamal. 

[object Object]
Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen í landsliðshøpi (Mynd: Sverri Egholm)

Fredrikstad hevur eina stolta steypasøgu og fer í morgin eftir sínum 12. steypagulli og tí fyrsta síðani 2006. Tað gevur eisini Conference League pláss  næsta ár, um tað eydnast uppflytarunum at basa Molde. Tað merkir nógv, staðfestir Jóannes Bjartalíð, sum hevur hevur høgar vónir til áskoðarafjøldina. 

- Vit vænta ein tættan og intensan dyst. Tað verður ein ótrúlig ramma rundan um og góður stemningur. Havi hoyrt ryktir um, at 15.000 fólk koma úr Fredrikstad at hyggja á Ullevaal.

Finalan í Oslo byrjar klokkan 15 føroyska tíð. NRK, sum millum annað er í Televarps-pakkum, vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder