Nú eru føroysk fótbóltskort aftur at síggja á hillunum kring alt Føroyar.
Seinast var í 2020, men nú er fótbóltskort-røðin aftur. Hon fevnir um 550 leikarar, venjarar og serfrøðingar.
Fótbóltskortini hava verið væl umtøkt millum føroyingar síðani byrjanina í 2010, og í ár standa tey einki aftanfyri. Kunngerðin av føroyskum fótbóltskortum 2024, ið var upptikin av sjálvasta Fabrizio Romano, fekk yvir 100.000 hyggjaratøl, á sosialum miðlum.
Við íblástri frá heimskenda telduspælinum ”FIFA”, hava kortini metingar, sum ferð, skot, avlevering, verja og styrki.
Tann størsta dagføringin er tó, at serkortini eru talmerkt. Tað merkir, at tú veitst akkurát hvussu nógv kort eru framleidd av øllum serkortunum. Her kann serliga nevnast Limited Edition kortini, ið eru talmerkt 1/10, siga útgevararnir.
"Limited Edition" kortini verða tí sera ring at fáa fatur á, og um tú pakkar eitt slíkt kort, veitst tú, at tað einans eru níggju eftir í allari røðini.
Fótbóltskortini fáast í handlum kring landið frá í dag. Millum annað á Magnstøðum, Á-handlum og aðrastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald