Annað

Føroysk vektlyfting fingið atlimaskap í IWF

International Weightlifting Federation játtaði umsóknini frá Føroya Styrkisambandi um vikuskiftið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-02 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Styrkisamband (FSS) gjørdi eitt rimmarlyft um vikuskiftið, tá ið aðalfundurin hjá International Weightlifting Federation (IWF) játtaði umsóknini frá FSS um limaskap.

IWF er heimssamgongan fyri olympiska vektlyfting, og aðalfundurin, sum varð hildin í Phuket í Teilandi, játtaði Føroyum atlima- ella assosieraðan limaskap.

Føroyskir vektlyftarar kunnu nú kappast í heimsmeistarakappingum undir føroyskum flaggi.

Atkvøðurættur er tó ikki á aðalfundinum.

Umsóknin um limaskap varð latin IWF fyri tveimum árum síðani. Drúgt arbeiði hevur síðani verið at útvega tilfar um formlig viðurskifti, mál og avrik við góðari hjálp frá ÍSF.

Fyri hálvum triðja ári síðani søkti FSS eisini um limaskap í European Weightlifting Federation (EWF), europeisku vektlyftingssamgonguni.

Formligar ásetingarnar hjá EWF siga tó, at eitt land fyrst skal hava limaskap í IWF. Nú er tað upp á pláss, og farið verður nú beinanvegin undir at samráðast víðari við EWF um limaskap.

FSS fekk fyri tveimum árum síðani limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.

Um ikki so langa tíð verða væntandi allir tríggir altjóða limaskapirnir upp á pláss. Tá kunnu føroyskir vektlyftarar lyfta undir Merkinum um allan heim.

Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fevnir um fýra styrkigreinar: Vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder