
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Fimm mál á muni í Føroyum og fýra mál í Íslandi.
Soleiðis fullu seinastu dystirnir millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi. Tað var í undankappingini til EM-endaspælið 2024, sum Føroyar spældu seg til við at vinna dystirnar móti Luksemborg og við júst ikki at tapa so stórt á hægri styrkismettu liðunum - Íslandi og Svøríki á heimavølli.
Nú eru liðini aftur í bólki saman, men av tí at Portugal er í bólkinum "heldur enn Luksemborg", so verður mett at stríðið um EM-plássið verður ta strævnari og tættari hesaferð.
Sí eisini: Hannis og Sólrun Wardum stuðla dóttrini í hondbóltinum - eisini í Reykjavík
Les eisini: Spæla endaspæl í vetur - byrja nýggja undankapping í morgn
Harvið skulu Føroyar helst vinna sær stig í minst øðrum av dystunum móti grannnum fyri vestan. Ísland er favorittur, men í føroysku leguni er hugburðurin, at man ikki er so so langt vekk.
Sí samrøður:
Lív Sveinsbjørnsdóttir Poulsen: - Skulu spæla við disiplin og skora uppá møgleikarnar
Maria Halsdóttir Weyhe: - Vegurin aftur á landsliðið hevur verið harður
Føroyski hópurin burdi verið væl fyri til hendan fyrsta dystin í undankappingini - einasta ivamálið er, hvussu nógv Maria Pálsdóttir Nólsoy (skotøksl) fær spælt. Hon er ein av føroysku lyklaspælarunum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy fegnaðist um at venja við í gjár - hetta var fyrstu ferð, at føroyski bakspælarin kastaði síðani fríggjadagin, tá bakspælarin fekk ein stoyt í donsku landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar og Ísland spæla í Lambaughøllini í Reykjavík klokkan 20.30 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini og síggja tilfar á Portalinum
EM-undankappingarbólkurin:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar
1. umfar.
Í dag, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar
(KVF vísir dystin)
Sí eisini: Føroyingar við seinastu fyrireikingunum í Fram-høllini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald