Klokkan 19 tekur H71 móti PAOK í 3. umfari í European Cup. Hoyvíkshøllin er góðkend, og hoyvíkskvinnur skulu hava heimadyst í báðum dystunum móti liðnum úr Grikkalandi.
Sí eisini: H71 tekur ímóti grikskari mótsstøðu hesa vikuna
Alt er uppá pláss tí viðvíkjandi, men dómaraparið hevur verið eitt ivamál seinastu tímarnar.
Orsøkin er, at íslendsku dómararnir skuldu lenda tíðliga seinnapartin, men ringa veðrið í Vágum darvaði, og tað varð heldur seinkað. Flogfarið úr Keflavík var uppiyvir Føroyum stutt fyri klokkan 17. Tað hekk eina góða løtu uppiyvir, men har var einki at gera: Har var ov nógvur vindur.
Sí eisini: Flogfarið úr Keflavík fekk ikki lent
Hetta er nakað líknandi støða, sum tá dómarar til Føroyar-Kekkia (EM-undankapping) ikki fingu dømt vegna korunu í 2021. Tà var loysnin føroyskt dómarapar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík avgreiddu uppgávuna.
Avloysararnir hjá íslendsku dómararnir verða sum skilst í Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Heri Petersen. Dysturin byrjar klokkan 19.
Vanligi makkarin hjá Thomas Juul er Jógvan Skeel Nolsøe. Teir vórðu aftur síðsta kappingarár ársins dómarar í føroyskum hondbólti og hava altjóða viðurkenning. Jógvan er tó burturstaddur í arbeiðsørindum nú
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald