Fótbóltur

Føroyskt stig kann geva peningin yvir seks ferðir aftur

Ísrael er sum vera man stórfavorittur hjá veddingarfyritøkum til dystin í kvøld - oddsi uppá heimasigur liggur beint omanfyri 1,20. Føroyar hava fýra stig higartil í undankappingini. Ísrael hevur trettan og sum so einki at spæla fyri. Heimaliðið verður toppskjúttan fyriuttan.

René Shaki Joensen stríðist fyri at halda einum mótstøðuleikara frá at koma frían í brotsteignum í 0-4 dystinum á Tórsvølli. René er hálvur ísraeli, so dysturin í kvøld er serstakur fyri hann (Mynd: Jens Kr. Vang)

René Shaki Joensen stríðist fyri at halda einum mótstøðuleikara frá at koma frían í brotsteignum í 0-4 dystinum á Tórsvølli. René er hálvur ísraeli, so dysturin í kvøld er serstakur fyri hann (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-15 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið vann Skotland sum væntað í Moldova, og harvið fór møguleikin hjá Ísrael at røkka playoff-plássi í bólki F í HM-undankappingini. So var tað í roynd og veru líkamikið, at Ísrael tapti 4-2 í Eysturríki.

Ístaðin er tað triðja plássið, sum í kvøld er upá spæl hjá ísraelsmonnum. Teir eru javnur í stigum, men eru tvey mál betri enn Eysturríki, sum í kvøld tekur ímóti Moldova.

Føroyska liðið skal royna at enda væl - í øllum førum betra um avrikið og úrsliti frá fyrra dystinum móti Ísrael, sum endaði 4-0 (1. september á Tórsvølli) Liðið hjá Håkani Ericson skal royna at byggja á tey seinastu fimm avrikini, sum øll hava verið góð á ymsan hátt.

Sí eisini: 
 - Skulu reisa okkum frá úrslitinum móti teimum í Føroyum
Fyri aðru ferð í Ísrael

Ísrael hevur skorað fjúrtan mál, men hevur eisini latið fjúrtan mál inn, í teimum fimm dystunum síðani tann í Føroyum. Hetta týðir uppá eitt lið, ið er álopskent og opið. Samanlagt hava føroyingar bert latið eitt mál fleiri inn í undankappingini enn Ísrael, men hava skorað fýra ferðir so fá - tó eru føroyingar einasta liðið, ið hava skorað móti dønum í undankappingini.

Spurningurin er so, um Føroyar av álvara kunnu bjóða Ísrael av á Nethanya leikvøllinum, nærhendis Tel Aviv. Seinast Føroyar vóru í Ísrael - í 2005 - var liðið í dystinum allatíðina. Um hugt verður eftir seinastu dystunum hjá Føroyum, so bendir ymiskt á, at tað ber til at gera nakað við ísraelsmenn, hóast tað verður trupult. 

[object Object]
Ísrael hevði fýra mál at fegnast um á Tórsvølli fyri tveimum og einum hálvum mánaði síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]

Håkan Ericson og Eli Hentze undir venjing á Nethanya-leikvøllinum í gjár. Teir, og restin av venjartoyminum hava roynt at fyrireika føroyska liðið til at avrika betur hesuferð, og at enda væl í einum ári har fleiri ting hava sæð gott út (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sambært veddingarfyritøkunum hava Føroyar lítlan og ongan møguleika. Ein sigur til Ísrael hevur odds millum 1,20 og 1,25 hjá teimum flestu stóru veddingarfyritøkunum. Um sett verður á javnleik í Ísrael, so gevur tað peningin yvir seks og eina hálva ferð aftur hjá somu fimm stóru veddingarfyritøkum. Sigur til Føroyar gevur odds trettan ella fjúrtan. Harvið er eingin ivi um, hvar favorittleikluturin liggur.

Seinasti dystur í hesari undankappingini hjá hjá Føroyum fer í gongd klokkan 19.45. Kringvarpið vísur dystin, FM1 sigur frá, og vit fylgja gongdini og hava ymiskt tilfar um dystin - liðið kemur út um hálvan tíma ella so. Brandur Hendriksson Olsen er tøkur aftur leikbann, men nú hevur Gunnar Vatnhamar leikbann. Greitt er, at Ísrael skal spæla uttan roynda Eran Zahavi, sum noyddist skaddur av vøll í dystinum móti Eysturríki. Zahavi gjørdi hattrikk á Tórsvølli í september og er greiður toppskjútti í bólkinum við átta málum.

Støðan í bólki F

1
Danmark
9
9
0
0
30
1
+29
27
2
Skotland
9
6
2
1
15
7
+8
20
3
Ísrael
9
4
1
4
20
19
+1
13
4
Eysturríki
9
4
1
4
15
16
-1
13
5
9
1
1
7
5
20
-15
4
6
Moldova
9
0
1
8
4
26
-22
1

Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder