Fótbóltur

- Skulu reisa okkum í mun til úrslitið móti teimum í Føroyum

Aftaná eitt sovorit avrik sum móti Danmark, so er tað væl møguligt at fáa eitt ordligt gott úrslit í Ísrael, sigur Jákup B. Andreasen. - Haldi vit eru á rættari leið, men vit eru verri enn so komnir á mál enn, sigur málskjúttin í dystinum í Parkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-15 16:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hendan undankappingin hevur verið nokso góð uppá nógvar mátar, har vit hava følt, at vit í stórum pørtum av nógvum dystum hava gjørt tað ordliga gott. Men tað er framvegis pláss til forbetringar, og tað royna vit allatíðina at miðja fram ímóti: At gera tað betri.

Málskjúttin fríggjakvøldið var greiður, tá vit á gistingarhúsinum hjá leikarunum mitt í Keypmannahavn, spurdu hann um, hvussu umráðandi tað var at enda undankappinga væl. Klæmint Andrasson Olsen segði, at føroyingar skulu levera ein øðiliga góðan dyst, fyri at fáa nakað sum helst burtur úr í Ísrael. Málrevurin var eisini inni á, at sum heild er avgjørt okkurt at byggja víðari uppá, men at man als ikki er komin á mál.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen eftir søguligu løtuna í Parkini fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
31-ára gamli rituvíkingurin trýstir her ísraelska málverjan í dystinum á Tórsvølli - útiliðið var annars greitt omaná í hesum dystinum. Klæmint byrjaði inni í hesum dystinum, men ikki í Parkini fríggjakvøldið. Spurningurin er so, hvussu verður í kvøld, og um hann fær sítt tíggjunda mál á landsliðnum  (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mál er nakað, sum sum Klæmint kennir alt til. Metmálskjúttin í fremstu føroysku deildini hevur nú skorað níggju mál á A-landsliðnum, ið er sama tal sum tað hjá Toda Jónsson og eitt frá metinum hjá Rógva Jacobsen. Tað at skora á landsliðnum, og serliga kenslan tað gevur, kemur Klæmint eisini inn á í brotinum omanfyri

Maðurin, ið legði innfyri til Klæmint Olsen, var Jákup Biskopstø Andreasen. 23-ára gamli KÍ-liðformaðurin kom ógvuliga væl frá dystinum sum sentralur miðvallari. Eins væl kom hann ikki frá dystinum móti Ísrael 1. september, tá Føroyar taptu 4-0. Tað var eisini ein kollektivur "off-dagur" hjá Føroyum, og í samrøðuni fríggjakvøldið kom Jákup inn á, at føroyska liðið skal reisa seg í mun til tann dystin og fáa eitt betri úrslit í Ísrael

- Í dystinum í Føroyum vísa vit okkum ikki frá okkara bestu síðu...aftaná eitt sovorit avrik sum í kvøld, haldi eg, at tað er væl møguligt, at vit fáa eitt ordliga gott úrslit har niðri.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen byrjaði inni í 0-4 ósigrinum fyri Ísrael í september - hann fekk aftur møguleikan frá byrjan fríggjadagin í Parkini og vísti seg væl fram (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dysturin millum Føroyar og Ísrael í kvøld byrjar klokkan 19.45. Kringvarpið vísur dystin, FM1 sigur frá, og vit fylgja gongdini og hava ymiskt tilfar um dystin gjøgnum dagin. 

Sí eisini: 
Fyri aðru ferð í Ísrael
Myndir: Fyrireiking í Ísrael

Samrøðan við Jákup í fullari longd - Samrøðan við Klæmint í fullari longd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder