Fótbóltur

Fyri aðru ferð í Ísrael

Eins og í 2005, endar føroyska A-landsliðið við monnum eina HM-undankapping í Tel-Aviv økinum. Fyri 16 árum síðani skoraði Símun Samuelsen eitt serstakt mál har, men tað rakk ikki til stig - seinast Føroyar spældu móti Ísrael var avrikið ikki nóg gott.

Hallur Hansson og Heri Hjalt Mohr til venjing á Nethanya leikvøllinum í gjár. Tað eru umleið 25 hitastig í økinum í løtuni (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Hallur Hansson og Heri Hjalt Mohr til venjing á Nethanya leikvøllinum í gjár. Tað eru umleið 25 hitastig í økinum í løtuni (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2021-11-15 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórður Mikkelsen og núverandi hjálparvenjarin á A-landsliðnum sótu eitt sindur sum kánus, eftir at Símun Samuelsen hevði roynt seg av baklinjuni á Ramat Gan-leikvøllinum í Tel Aviv hetta oktoberkvøldið í 2005. Teir ivaðust í, júst hvar bólturin endaði, men eftir nøkur sekund sigur Eli Hentze: "Tað er mál!".

Innskifti 20-ára gamli vágbingurin skoraði, beint eftir at Føroyar høvdu givið bóltin upp aftur eftir 2-0 málið hjá Ísrael. Hann rann longu sendingina upp frá Inga Højsted og smekkaði til. Málverjin beindi bóltið í málið, men kósin var slík, at hann helst hevði farið inni í málið kortini - ella tað kann ein meta um sjálvur.



Í Keypmannhavn fingu vit løtuna - vit fingu málið. Tá vóru nakrir minuttir eftir at fara eftir javnleikinum, men hetta eydnaðist tíverri ikki. Í Tel Aviv í 2005 var tíðin ikki heilt til tað, tí málið hjá Símuni kom í 93. minutti (tíðirnar á málunum á dómaraseðlanum samsvara ikki heilt). Spurningurin er so, um tað í kvøld eydnast at liggja til stig seinastu løtuna.

Eftir dystin Parkini fríggjakvøldið fingu við orðið á Jákup Biskopstø Andreasen og Klæmint Andrasson Olsen, sum ímóti endanum báðir løgdu dent á, at føroyska liðið skal leggja nógv fyri í Ísreal fyri at enda undankappingina væl, ið er umráðandi fyri teir. Málskjúttin nevndi týdningin við allatíðina at royna at betra um seg - maðurin ið legði upp til málið tosaði um uppreisn í mun til tann dystin.

[object Object]Brandur Hendriksson í nærdysti í heimadystinum móti Ísrael september  - tørvur er á betring og uppreisn, í mun til hetta avrikið hjá føroyska liðnum. Brandur var ikki við móti Danmark vegna leikbann, men er tøkur til dystin í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Símun Samuelsen er einasti føroyingur, ið hevur skorað móti Ísrael í undankappingardysti - Kári Reynheim skoraði í venjingardysti á Svangaskarði í 1992 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í mun til byrjanaruppstillingina, so vístu til dømis omanfyrinevndu leikarar seg væl fram í Parkini; Jákup til at byrja aftur, og Klæmint til hesaferð at royna seg frá byrjan. Tað er greitt, at Brandur Hendriksson er tøkur aftur, og tað er so at siga 100 prosent víst, at skálvíkingurin byrjar inni, og at slagið í høvdið hjá Jóan Símuni Edmundssyni í Parkini - ið noyddi hann av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki - helst ikki er so mikið álvarsamt, at toftamaðurin ikki kann spæla ótarnaður. Hann er, sambært in.fo, tøkur. Tað er Gunnar Vatnhamar ikki - leirvíkingurin hevur leikbann, orskakað av gula kortinum sum hann fekk í Parkini.

Hørður Askham, ið byrjaði inni í sínum fyrsta undankappingardysti í yvir tvey ár, var sannførandi sum tann mittasti av miðverjunum. So er spurningurin, um Håkan Ericson heldur fast í somu leikskipan, ella ikki. Tað tykist heilt vist, at René Shaki Joensen spælir høgri bakkur/høgri vongbakkur. 28-ára gamli orkuríki leikarin kann spæla so at siga øll pláss, og spældi væl í Parkini. Fyri hann er dysturin serstakur, við tað at pápi hansara er ísraeli. Navnið Shaki kemur harfrá, og tað verður harvið ein hálvur ísraeli, sum spælir við nummar tjúgu fyri Føroyar í kvøld.

[object Object]
René jagstrar Eran Zahavi, ið leggur Ísrael á odda 1-0 í Føroyum. René Shaki verður í kvøld høgri vongverji, tá Føroyar fara eftir at betra avrik og úrslit munandi og fara at royna at enda undankappingina væl (Mynd: Jens Kr. Vang)

René var saman við Hørði, Teiti Gestssyni og hinum HB-leikarunum í Haifa í summar og spældi Conference League-dysti. Tá var tað heitt, og tað er tað eisini í løtuni, tó at hitin, tá dysturin verður leiktur 21.45 lokala tíð, fer at liggja undir tjúgu hitastigum. Síðst í juli tapti HB 7-2, og Føroyar taptu í september 4-0 á heimavølli móti Ísrael, men farið verður avgjørt eftir betri úrslitum enn hesum í kvøld - í heimadystinum vann HB 1-0 á Haifa, og í 2005 - ið er einastu ferð, at Føroyar hava spælt í Ísrael, vóru okkara við til seinasta bríksl. 

Dysturin í kvøld verður leiktur á Nethanya leikvøllinum, nærhendis Tel Aviv. Fyrsta bríksl er klokkan 19:45 føroyska tíð. Kringvarpið vísur dystin, FM1 sigur frá, og vit fylgja gongdini og hava ymiskt tilfar um dystin gjøgnum dagin. 

Rættað: 17.07

Sí eisini: Myndir: Fyrireiking í Ísrael

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder