Hondbóltur

Føroysku landsliðsleikararnir í Noreg hava ymisk bólkaynskir

Helgi Hildarsson Hoydal ynskir at møta einum heimsrisa - Kjartan Johansen ynskir at fáa Ísland úr ovasta styrkisbólkinum. Óvist er, hvar heimadystirnir í komandi EM-undankapping verða leiktir.

Kjartan Johansen í HM-undankappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen í HM-undankappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-15 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin klokkan 16.00 verður lutakastið til undankappingina til EM 2022 hjá monnum. Tað er í Wien, at greiða skal fáast á bólkabýtinum. 

Føroyar eru styrkismettar í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum av teimum fýra. 

Les meira um lutakastið her

1: Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2: Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3: Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4: Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

Fyri stuttum gjørdist endaliga greitt, at Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal halda fram í Stavanger, og við heimasíðu felagsins fortelja landsliðsleikararnir, hvørji teirra ynskimótstøðulið eru. 


Les eisini: Stórur áhugi hevur verið fyri Kjartani
                 Helgi hevur longt sáttmálan við Viking Stavanger


- Tað er avgjørt møguligt, at vit enda í einum bólki, har vit fara at verða við í stríðnum um stig. Tað kann eisini enda, at vit fáa eitt keðiligt lutakast.

Hetta sigur liðformaðurin hjá Viking Stavanger, Helgi Hildarson Hoydal. Strikuleikarin úr Hoyvík viðgongur, at ímóti teimum allarsterkastu er møguleikin fyri stigum ikki til staðar:

- Vit hava ikke møguliga fyri at taka stig ímóti liðunum úr ovasta styrkisbólkinum Tí hevði tað verði spennandi at sloppið at møtt einum av teimum størstu hondbóltstjóðunum,  sum til dømis Fraklandi ella Noreg 

Ynskibólkurin hjá Helga: 
1. Frakland
2. Montenegro
3. Belgia
4. Føroyar

[object Object]Helgi er til reiðar at stríðast ímóti teimum størstu (Mynd: Sverri Egholm) 

Kjartan Johansen vil, eins og Helgi, gjarna hitta Belgia, men vil heldur spæla ímóti Íslandi. Standingurin og toppskjúttin slær, eins og liðfelagin fast, at teir á føroyska liðnum als ikki stúra fyri undankappingini, men at teir fara eftir stigum.  

Ynskibólkurin hjá Kjartani: 
1. Ísland
2. Serbia
3. Belgia
4. Føroyar

Í seinastu EM-undankapping vórðu heimadystirnir leiktir í Danmark, tí eingin høll í Føroyum er góðkend til høvi. Kjartan og Helgi siga við vikinghk.no, at teir ikki vita, hvar heimadystirnar verða leiktir hesuferð. 

1. umfar í EM-undankappingini verður í november. Hini fýra umførini verða á vári 2021
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder