Fótbóltur

Fótbóltsgalla útsett eina viku

Tiltakið, har ársins leikarar í ymiskum bólkum hjá monnum og kvinnum, verða avdúkaðir, er útsett eina viku, og verður 7. november.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-30 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga ársins spælara tiltakið, sum FM1 og Miðlahúsinum skipa fyri í samstarvi við FSF, er útsett eina viku. Fótbóltsgalla 2019 skuldi verða á skránni nú hóskvøldið, men tað er útsett til 7. november. Tað verður klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia.

Tað eru fleiri orsøkir til, at tiltakið er flutt, sigur Petur Zachariassen. Stjórin á FM1 vísir á, at tað eru fleiri praktisk viðurskifti sum gera seg galdandi, millum annað tað at fleiri leikarar eru burturstaddir. Steypini eru heldur ikki komin fram, og hetta er “prikkurin yvir i’num”. Steypini vóru umbiðin í góðari tíð, men onkur misskiljing hevur verið í flutninginum.

Í løtuni verða atkvøðurnar frá leikarum, venjarum og miðlafólki taldar saman. Tey tilnevndu verða kunngjørd mánadagin, og hvussu atkvøtt hevur verið, verður kunngjørt eina viku eftir hetta.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder