Fótbóltur

Frá málleysum javnleiki á Tórsvølli til sigur á Real Madrid

Fyri beint undir einum ári síðani fekk KÍ eitt flott stig móti franska LOSC Lille á Tórsvølli. Í gjár vann Lille á Champions League-meistarunum, sum ikki høvdu tapt í 36 kappingardystum.

Blaðungi Ayyoub Bouaddi er eitt av størstu talentunum í fronskum fótbólti. Her jagstrar Páll Andrasson Klettskarð tann nú 17-ára gamli miðvallaran, sum spældi ein branddyst móti Real Madrid í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Blaðungi Ayyoub Bouaddi er eitt av størstu talentunum í fronskum fótbólti. Her jagstrar Páll Andrasson Klettskarð tann nú 17-ára gamli miðvallaran, sum spældi ein branddyst móti Real Madrid í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-03 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann ganga skjótt í fótbólti.

Eftir nøkur ótrúliga flott avrik móti fleiri evropeiskum mótstøðuliðnum á sumri 2023, stóð KÍ brádliga í einum evropeiskum bóltkaspæli.

Í Conference League vóru føroyameistararnir millum annað í bólki saman við LOSC Lille. Fraklendingar vóru stórfavorittar at vinna bólkin - og gjørdu eisini tað - men 5. oktober á Tórsvølli fekk Lille ikki mál.

Tað eydnaðist ikki at fáa hol á móti vælskipaða liðnum hjá Magna Hoseth. Táverandi KÍ-venjarin var eftir dystin í roynd og veru heldur ónøgdur við avrikið við bóltinum. Tó kundu teir í KÍ-leguni ikki vera serliga ónøgdur við at fáa stig, móti einum av allarstørstu feløgunum sum nakrantíð vitjað í Føroyum.

[object Object]
Árni Frederiksberg skeyt KÍ í bólkaspælið - her ímóti Lille (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

At Lille er stórt var greitt, og tann myndin er stryknað síðani. Lille er úr einum av topp-deildunum í Evropa og var um reppið at koma í hálvfinalurnar í Conference League í fjør, men Aston Villa vann eftir brotsparkskapping í 1/4-finaluni. Lille spældi seg í Champions League til hetta kappingarárið og tók í gjár móti mæta Real Madrid á Stade Pierre-Mauroy.

Har spældi KÍ seinasta bólkaspælsdystin 14. desember í fjør. Tann dagin vóru millum annað átta føroyskir spælarar á stóra og snøgga leikvøllinum, og umleið 20.000 áskoðarar vóru til staðar. Í gjár vóru heimsstjørnur sum Jude Bellingham og Vinicius Jr. á mótsstøðuliðnum hjá Lille, og Kylian Mbappé og Luka Modric vórðu skiftir inn.

[object Object]KÍ á Stade Pierre-Mauroy. Tað endaði 3-0, har Lille skoraði uppá trý brotsspark - tvey seint í dystinum har KÍ fekk tvey reytt kort (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Rene Shaki Joesen móti Remi Cabella, sum í gjár stríddist við millum annað Bellingham og Modric (Mynd: Sverri Egholm)

Tað endaði tó við sigri til heimaliðið. Dýrtkeypti kanadiski áleyparin Jonathan David, sum var ein av innskiftarunum á Tórsvølli í oktober í fjør, skoraði einsamalla málið beint fyri steðgin. Lille spardi eitt sindur á útivølli móti KÍ í fjør, men David og fimm aðrir sum vunnu á Real Madrid í gjár, spældu javnleik móti KÍ í fjør. 

[object Object]
David skorar her sigursmálið móti mæta Real Madrid við brotssparki (Mynd: EPA)

[object Object]Leny Yoro, nú í Manchester United, í nærdysti við Sivert Gussiås. Normaðurin spælir nú í Litava (Mynd: Sverri Egholm)

Ein annar á vøllinum í Føroyum var Leny Yoro. Franski miðverjin er mettur sum eitt av størstu verjutalentunum í heiminum, og í summar keypti Manchester United Yoro frá Lille fyri yvir 460 milliónir krónur - tað var maðurin, sum í 90 minuttir í fjør skuldi halda skil á millum annað Pálli Klettskarð.

Real Madrid var eisini eftir honum. Í gjár tapti Champions League-meistararnir í Lille. KÍ liggur í løtuni til at fáa silvur í føroysku kappingini.

Og omanfyrinevnda Aston Villa: Liðið er eftir "steðg" á 40 ár aftur í fremstu evropeisku kappingini. Í gjár vann liðið, sum fyri nøkrum árum síðani var í næstbestu ensku deildini á Bayern München, sum annars so at siga ongantí¨tapir tíðliga í Champions League.

Tað kann ganga skjótt í fótbólti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder