Hondbóltur

Fráferðin til Sveis verður fyrrapartin

Fullfermt flogfar við spentum føroyingum setur eftir ætlan kós móti Basel stutt fyri klokkan níggju. Fríggjadagin klokkan 17 spæla Føroyar søguligan EM-dyst móti sveisisku vertunum.

Til seinastu venjingina áðrenn fráferð. Skjótt fara tær í føroyska hópinum á flog, og lenda tær eftir ætlan í Sveis um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

Til seinastu venjingina áðrenn fráferð. Skjótt fara tær í føroyska hópinum á flog, og lenda tær eftir ætlan í Sveis um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-27 06:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er ikki nógv eftir av fyrru niðurteljingini: Fyrrapartin fer føroyski EM-hópurin av landinum. Hetta saman við venjarum, hjálparfólki, HSF-umboðum, stuðlum, familju, fjepparum og familju.

[object Object]Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina

Sum skilst verður talan um eitt fullsett flogfar, og flýgur Atlantic Airways tey yvir 170 fólkini beinleiðis til Basel.

Síðani byrjar niðurteljingin av álvara til byrjanardystin í Basel, sum verður fríggjadagin. Hann verður millum sveisisku vertirnar og Føroyar frammanfyri møguliga útvið 7.000 áskoðarum í St.Jakobshalle.

Væntað verður at upp til 400 av hesum vera føroyingar. 

Les meira: Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar í Basel

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Talan verður um søguliga uppliving. Hetta verður fyrstu ferð, at eitt A-landslið hjá kvinnum skal spæla slíkt endaspæl.

Føroysku kvinnurnar høvdu seinastu venjing undan fráferð á Hálsi í gjár. Eftir at man er komin uppá pláss á gistingarhúsinum seinnapartin er okkurt fundarvirksemi á skránni. Liðið venur í stóru dystarhøllini í morgin, hósdagin. 

Sí eisini samrøður úr Høllini á Hálsi í gjár: 
Jana Mittún: - Hugsavna okkum um stóru uppgávuna - vóna á føroysku áskoðararnir hugna sær

Brynja Høj: - Fyrst og fremst skal verjuspælið vera í lagi

Beinta tekur sær av vøddunum og menniskjanum

[object Object]Annika Fríðheim Petersen og hinar í føroyska hópinum fara skjótt á flog og lenda eftir ætlan í Sveis um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin er við á ferðini og hevur næstu vikuna nógv tilfar úr Basel 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder