Føroyska landsliðsárið byrjaði í Berlin, og tað endar í Basel. Í báðum førum er talan um søguligar dystir; ávikavist fyrstu endaspælsdystirnar hjá manslandsliðnum og fyrstu endaspælsdystirnar hjá kvinnulandsliðnum.
Ein verulig føroysk fylking var í januar, tá mett varð, at 4.000 - 5.000 føroyingar vóru í týska høvuðsstaðnum í døgnum, har føroysku menninir stríddust á hallargólvinum í Mercedes Benz Arena - og eisini fingu eitt stig. Hetta fekk alt at kóka yvir.
Stuðulin til føroyska liðið í Berlin var øðiligur og bergtók hondbóltsheiminum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Lukka Arge (t.h) sum fjeppari í januar - skjótt skal hon sjálv spæla EM-endaspæl í Sveis (Mynd: Sverri Egholm)
Mikudagin fyrrapartin setur føroyski EM-hópurin kósina til Basel. Umborð á fullfermda flogfarinum vera eisini nógvir fjepparar og familja at spælarum, umframt HSF-umboð. Fleiri koma eisini seinni til Sveis og summi úr millum annað Danmark.
Sí eisini: Hesi umboða Føroyar til EM-endaspælið í Sveis
Ilt er at meta um, júst hvussu nógvir føroyingar vera til staðar í Sveis. Stjórin í Hondbóltssambandinum, Andrass Thomsen, sigur fyri Portalinum, at roknað verður við umleið 400 føroyskum áskoðarum.
Harvið verður góður stuðul til liðið - væl meira enn Danmark og Kroatia koma við. Sveis hevur sum vertur sjálvandi størst stuðul av teimum fýra liðunum í bólkinum.
Føroyar leggja fyri móti júst vertunum fríggjadagin 29. november klokkan 17 føroyska tíð. Undan hesum verður upphiting fyri føroyskum fjepparum í Basel. Meira um hetta sæst á basel.fo.
Les meira: Tað verður eisini stór upphiting í Sveis
Portalurin verður eisini við til EM í Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald